Tíðindaskriv frá Hvirvlan – Felagið fyri frælsar ítróttir í Tórshavn
Tórur Mortensen var, annað árið á rað úttikin av Dansk Atletikforbund til Dansk/Íslendska U20 landsliðið, sum hevur roynt seg í dysti um norðurlendska meistarahetið í Hafnafirði í Íslandið. Tórur var undan kappingini styrkismettur sum nummar seks av teimum átta luttakarunum. Tað var tó tætt millum nr 2 og 7, so har kundi alt henda.
Í fyrstu royndini misti Tórur tempo í teimum síðstu tveimum fetunum av atrenningini, og kom tí ov lágur inn í fyrsta avsett. Hann valdi tí at abortera lopið, og fekk tí eitt 0 m á úrslitalistan. Í næstu royndini var eitt sindur betur tempo, og koyrdi hann lopið ígjøgnum, hóast tað ikki sat optimalt. Hetta bleiv mált til 14,41 m, sum er hansara triðlongsta lop nakrantíð. Hetta rakk til eitt fyribils annaðpláss í eini kapping, har tað var tíðuligt at veðrið darvaði leyparunum. Triðja lopið miseydnaðist, men ongin annar bøtti, so Tórur fór inn í seinnu helvt at kappingini á øðrum plássi.
Tey bæði fyrst lopini í finalu umfarðinum miseydnaðust, so um Tórur skuldi heinta gullið, so var kravið at hann bøtti seg 25 cm. Tórur kom við góðari ferð, og góðum kropsburi inn til lopið, og fekk nærum alla ferðina við sær inn í fyrsta lopið. Annað lopið situr væl, og tá hann lendir eftir tey tvey fyrstu er hann longu komin út á 10 m! Av tí at hann “royndi ov nógv” at pressa í flognum, situr timingin ikki heilt. Hann er eitt lítið vet og seinur at byrja avsettið, og ger tað at hann missur allar ferðina og nærum dettur út í grøvina, har hann lendur á einum beini. Lopið bleiv hóast hetta mált til 13,92 m (w: -4,9 m/s), so við betur timing í síðsta avsettinum, so lendur Tórur uttan iva røttu megin 15 m strikuna.
Eftir at Tórur hevði lopið fór ein norðmaður framvið, so Tórur endaði á einum triðja plássi, og kemur sostatt heim við broncumerkinum. Av teimum fremstu fimm leyparunum er tað bara Tórur, sum hevur aldur til at verða við aftur komandi ár.
Næsta størra avbjóðingin verður DM fyri vaksin um 14 dagar, har málið er at koma útum 15 m strikuna.