Tórun skal samskipa PR fyri Clinton og Blix

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur biðið Tórun Ellingsgaard samskipa PR-arbeiði í sambandi við vitjanina, sum felagið fær í mai. Tað kann fáa stóran týdning fyri Føroyar at fáa Bill Clinton og Hans Blix á vitjan, og tí hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sett sær fyri at fáa sum mest burturúr.

Felagið hevur sett Tórun Ellingsgaard at taka sær av PR-arbeiðinum í sambandi við vitjanina. Málið er at fáa vitjanina og Føroyar umrøddar so nógv sum gjørligt í útlendskum fjølmiðlum.

Tórun Ellingsgaard skal eisini samstarva við tey, sum eru við í tiltakinum so sum Vinnuframastovuna, Smyril Line og Atlantsflog.