Tórun fylgir Peter Brixtofte

Síðani oktober mánað síðsta ár hevur Tórun Ellingsgaard fylgt tí nógv umtalaða Peter Brixtofte, borgarstjóri í Farum, sum hevur verið nógv frammi í donskum fjølmiðlum, har hann verður ákærdur fyri at hava oyðslað við skattapengunum upp á fínar døgurðar og annað. Nýggja gølan kemur ikki heilt óvart á Tórun

Gøla

Tað er sambandi við, at Tórun ger sína høvuðsuppgávu á Danmarks Journalist Højskole (DJH), at hon hevur fylgt Peter Brixtofte síðani oktober mánað 2001. Tað síðsta árið á DJH skulu næmingarnar gera eina høvuðsuppgávu. Hendan kann gerast í ymsum formum, t.e. millum annað skrivligt(greinir v.m.) og í livandi myndum (sending v.m.)
Tórun Ellingsgaard valdi at gera sína høvuðsuppgávu um Peter Brixtofte.
?Eg var í starvsvenjing hjá TV2 Lorry, sum er lokal rásin hjá TV2 fyri Eystursæland. Meðan eg var í starvsvenjing var Peter Brixtofte oftani frammi. Hann var serliga kendur fyri at stuðla Farum Boldklub sera væl, og so sendi jú eisini pensjónistarnar í kommuni suðureftir einaferð um árið. Eg og ein donsk genta hildu hetta vera eitt spennandi evni, so vit settu í okkum í samband við Peter Brixtofte, og hann var lættur at yvirtala, sigur Tórun Ellingsgaard.
Tá vit fangaðu Tórun í telefonini hósmorgunin, hevði hon ein avtalu við Peter Brixtofte sama morgun viðvíkjandi einari samrøðu, men hetta mátti avlýsa, tí Peter Brixtofte hevur nógv um at vera hesar dagarnar.
Gølan um Peter Brixtofte hevur stungið seg upp í sambandi við, at danska blaðið BT hevur funnið fram til, at hann hevur etið góðan mat og ikki minst drukkið nógv gott vín fyri nógvar túsund krónur, og rokningin er sent kommununi og harvið eisini skattgjadarunum. Tað er harafturat komið fram, at Peter Brixtofte hevur kallað tær stóru rokningarnar fyri fundarútreiðslur, og hetta hevur nú vakt rættiliga nógvan ans.

3 mánaðar og 70 fólk
Uppgáva hjá Tórun og hennara starvsfelaga gongur út upp á at skriva tveir kapitlar í einari ævisøga um Peter Brixtofte. Tann fyrri av hesum snýr seg um tíðina tá foreldrini hjá Peter Brixtofte hittust. Hin kapittulin kann lýsast sum tann síðsti kapittulin í ævisøguni higartil, har tað nógva rokið við fótbóltsfelagnum og viðurskiftunum hjá honum.. Tær báðar kanna í løtuni møguleikarnar at geva verkið út í bók.
?Síðani oktober mánað hava vit fylgt honum rættiliga tætt. Vit hava havt einar fimm samrøður við hann sjálvan, men vit hava tosað við eini sjeyti kenningar hjá honum, og hetta ger, at vit eru komnar at kenna rættiliga nógv til persónin Peter Brixtofte, sigur Tórun Ellingsgaard.
Nú Tórun hevur arbeitt so mikið við nógv við Peter Brixtofte, so er hon eisini komin at kenna eitt sindur um hann, og tað kom ikki serliga óvart á hana, at henda gølan kom fram.
?At tað júst var hetta, ið kom fram, kom kanska eitt sindur óvart á meg, men heilt yvirraska eri eg ikki. Vit hava fleiri ferðir vita, at ein forsíða kundi verið á veg, men vit skulu bíða við at koma fram við okkara, sigur Tórun Ellingsgaard.
Í løtuni hevur trupult við at fáa samband við Peter Brixtofte, tí so nógv rok er rundanum hann.
Annars hevur hon tað skoðsmál at geva Peter Brixtofte, at hann er ein ógvuliga intelligentur og professionellur maður, sum dugur væl at snúgva sær.
?Hann hevur øgiliga nógv makt í Farum. Hann letur eitt nú ikki Tilsynsrådet koma inn at kanna hansara viðurskifti, og hetta hevur eisini skapt eitt sindur av rokið. Men hann og flokkur hansara Venstre eru ógvuliga væl umtókt í Farum. Í løtuni hava teir 11 av teimum 19 umboðunum í býráðnum, sigur Tórun Ellingsgaard, sum er í holt við at skriva uppgávuna í løtuni.

Farum
Peter Brixtofte er í løtuni borgarstjóri í Farum Kommune, sum liggur á Sælandi í útjaðaranum av Keypmannahavn. Tað búgva umleiðs 19.000 fólk í kommuni Hann er limur í Venstre, og hann situr á eisini á fólkatingi. Hann var leingi mettur at vera ein av krúnprinsunum í Venstre, og hann á eisini framvið at gerast formaður, men hetta var av ongum.
Nú er hann kendur sum tann sterki maðurin í Farum Kommune, har hann hevur uppfunnið tað sokallaða Farum-modellið. Hann stiðjar fótbóltsfelagnum í býnum, Farum Boldklub ógvuliga væl, og kommunan og Brixtofte eiga æruna fyri, at felagið er so mikið frammarliga sum tað er.
Peter Brixtofte hevur selt nógvar av ognunum hjá Farum Kommune til eitt partafelag. Kommunan leigar so hesar ognirnar frá felagnum aftur.
Peter Brixtofte er ein ógvuliga væl umtóktur borgarstjóri í Farum. Hansara persónliga atkvøðutal liggur um 5.000, og hetta er ikki so lítið, tá hugsað verður um, at býurin hevur um sama íbúgvaratal sum Tórshavn.
Sum heild hevur Farum verið kend fyri at vera ein góð og væl drivin kommuna, men hetta er tað óivað nógvar meiningar um.