Ólavur Hátún
Góði Poul!
Í bløðunum í seinastu viku hevur tú eina frágreiðing um gongdina í Tórsvallar- málinum, har fleiri útsagnir biðja um viðmerkingar.
»Vantandi møguleikar hjá kommununi at útvega grundøkir ella kanska stuttskygni gjørdi, at umleið helvtin av økinum« ? til frítíðar- og ítróttavirksemi í Gundadali ? »bleiv máað burtur til onnur endamál?«. Ikki vóru tað vantandi møguleikar til grundstykki, men heldur tann ikki ókendi korrumperaði hugburður hjá summum av teim ráðandi, ið so harmiliga skerdi møguleikarnar fyri teirra hugsjónum, sum undan fóru. Tíverri mugu vit eisini staðfesta, at tað júst er sama politiska stuttskygni og hugsjónarloysi, sum her í nýggjari tíð hevur latið teg hóreiggja tær í Gundadali, sum tú hevur gjørt til alment ógagn í staðin fyri at vera við til at fremja eina góða søk, sum tú hevði verið tann besti til.
Svimjihøllin á stadionøkinum, bygd fyrst í 80-árunum, var orsøkin til, »at nú trongdist í Gundadali, og at møguleikarnir fyri at menna bæði bóltspæl og frælsan ítrótt í Gundadali gjørdust avmarkaðar ?leistin til eina ætlan við fótbólti og frælsum ítrótti var einfalt ov lítil, sum fyrrverandi býararkitektur Gunnar Hoydal gjørdi vart við.«
Gunnar Hoydal kann sjálvur koma fram og ásanna ella avsanna, um hansara leiklutur til støðuna, sum hon nú er í Gundadali, er tann, sum tú vilt leggja hann undir. Gunnar teknaði sjálvur svimjihylin og legði hann í útjaðaran av stadionøkinum sum part av einari heildarætlan, og hann var eisini við inni í myndini, tá heitt varð á tríggjar arkitektastovur í býnum um í felag at gera uppskot til eitt landsstadion í Gundadali. Við teirra ætlan var komið so væl á leið, at býráðið fyri borgaranna pening við spreinging og laging og aðrari fyrireiking hevði gjørt stadionøkið byggibúgvið fyri millum 10 og 20 milliónir krónur. At tú, komin inn í projektið, eins og geykaungi tveitti allar byggilistarmenninar, sum høvdu lagt sál og orku í málið, burtur úr reiðrinum fyri betur at kunna fremja tína einvísu fótbóltsætlan og omaná vart so ósmæðin at festa teirra heitið Tórsvøllur á títt óvandaverk, tað er við til at avmynda teg í hesari harmasøgu.
Altjóða krøv um, at fótbóltsvøllurin mátti breiðkast frá 65 m upp í 68 m, gjørdu, at rennibreytin mátti smalkast til bert at hava 6 breytir, og tí »vóru møguleikarnir fyri semjum ella kompromisum ikki at fáa eyga á«. At kalla øll býarstadion aðrastaðni hava bara seks rennibreytir ? soleiðis eisini t.d. Bislett í Oslo, har eg sjálvur havi upplivað øsandi dystarløtur millum fremstu ítróttafólk í heiminum bæði í fótbólti, frælsum ítrótti og í vetrarkappingum. Nú hava norðmenn ætlan um at víðka um á hesum søguliga ítróttastað mitt inni í Oslo býi, har tað er munandi trengri um enn millum Tórsvøll og Ítróttahøllina á Nabb.
Nei, Poul, grundgevingini, at tú vegna plásstrot mátti útihýsa rennibreytini av Tórsvølli, er tað líka so lítið hald í sum so mongum øðrum, tú hevur ført fram um hetta mál. Blaðfest er soleiðis eisini tín upprunaliga grundgeving yvir fyri býaráði og almenningi, at tað skuldi vera fyri at spara pening, at tú fyribils vildi sleppa at seta áskoðarapláss á rennibreytarøkið eystanfyri. Tað skuldi blíva bíligari at taka elementini niðuraftur seinni, bróta burtur stoyptu fundamentini og so byggja uppaftur av nýggjum, enn at skava og spreingja burtur tað sindrið av møl og gróti, sum skuldi givið pláss til eina komandi rennibreyt, og so beinanvegin seta áskoðarapássini á teirra endaliga stað og tá sjálvandi við skýli yvir ella, ið hvussu er, við undirsløgum, sum kundu borið slíkt. Ynski og ætlan hjá tær vóru greið, men framferðargrundgevingin var eitt falsum. At okkara fólkavaldu vóru so naivir, at teir ikki skiltu hetta, hava vit ikki loyvi at trúgva, og her kunnu vit, sum hava ítróttin breiðari í huga enn bara til fótbólt, harmast um, at tað ikki var meira kroppur í táverandi borgarstjóranum enn, at hann soleiðis læt seg putta í tín lumma.
Tú hevur eina longri frágreiðing um, hvussu væl Tórshavnar Býráð og FSF hava gingið saman um hesa fótbóltsætlan í Gundadali. Tað er ikki mín fatan, at bygdafeløgini hava verið so heit fyri at leggja ov stóra fíggjarorku í Gundadal. Og nú tá útlit eru til, at lokalfeløgini kunnu spæla sínar egnu altjóða dystir á heimavølli, man tann áhugin bara vera minkandi. Tín privati grasagarður, sum skuldi verið karmur um eitt yðjandi og mennandi ítróttalív, fer tá at standa enn meira oyðin og tómur, enn hann hevur staðið higartil. Ja, longu í ár sigast bara 2 ? tveir! ? slíkir dystir at skula fara fram á hesum altjóða fótbóltsstadion.
Sjálvandi ert tú greiður yvir, hvønn veg tað ber, og tað er væl eisini tí, at tú a la Brixtofte leggur á tann bógvin, at nú skal skapast hotell-, banka- og søluvirksemi á okkara einaferð so lovandi fríðtíðar- og ítróttaøki í Gundadali. Men vaknar tú ikki sjálvur frá slíkum dreymum, mugu vit vóna, at okkara býar- og landsumsitingar á mentanarøkinum rakna við og ásanna, at Gundadalur framvegis er besta staðið í Føroyum til fjølbroytt ítróttaligt virksemi og til at kunna hýsa íblásandi altjóða stevnuhaldum sum t.d. Oyggjaleikunum, har vit mest av tínum ávum fyribils eru sett uttanfyri.
Tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki við alstórum áhuga fylgja okkara dúgligu fótbóltsspælarum í teirra dystarleikum við útlendsku stjørnurnar burturi og heima, og eg kenni onki føroyskt ítróttafólk, tað verið sær innan bóltspæl, frælsan ítrótt, kappróður, fimleik ella aðrar greinar, sum ikki ynskja føroyskum fótbólti tær allarbestu umstøður. Men somuleiðis dugi eg illa at hugsa mær, at ikki bróðurparturin av okkara fótbóltsúrmælingum heldur ynskir eitt breitt og fjølbroytt ítróttalív í Føroyum, sum í seinasta enda eisini kemur fótbóltinum til góðar, enn at tað skal vera so, at antin spælir tú fótbólt ella ert tú uttanfyri. Tað munnu somuleiðis neyvan vera nógv sonn ítróttafólk heldur enn onnur fólk, ið síggja ítróttavirksemi í einum breiðari samfelagsligum ljósi enn bert til kappingar, sum eru tær takksom fyri, at tú saman við tínum listinlærda, lógarkøna felaga legði upp ráð um at beina fyri tí góðu ætlanini um eitt veruligt ítróttastadion í Føroyum, og sostatt legði upp til klandur og illstøðu í staðin fyri semju og samanhald um hetta góða mál.










