Tórsvøllur ið ikki bleiv

Undirritaði sá eitt áhugavert innslag í Degi og Viku fyrr í farna viku. Hevði ilt við at trúgva mínum egnu oyrum tá eg hoyrdi hvat í formaðurin í mentunarnevndini í Tórshavnar býrað førdi framm av argumentum fyri at ongin rennibreyt skal gerast um Tórsvøll.

Tað argumentið, sum hesin annars væltalandi maðurin hevði at føra fram, var: »Eg meini ikki, at tað er pláss fyri eini rennibreyt her á staðnum!«.

Eg meini?? So, so. Ja, sum tað sæst, er grundgevingin fyri at slakta tað einastu ítøkiligu ætlan, sum var í Tórshavnar komunu um at gera rennibreyt, stak væl undirbygd. Serliga tá hugsað verður um, at økið er planera við rennibreyt fyri eyga.

Men nú geri eg hesum manninum fyri órætti, hann førdi eisini eitt annað argument fram: »Fótbólturin vil ikki hava rennibreyt!«. Eg gangi út frá, at tað formaðurin meinar er, at tey í varða av fótbóltinum, ikki eru áhugað í at onnur eisini kunna koma fram at í Gundadali. Man hetta verða allur sannleikin? Havi ilt við at fyristilla mær, at tey, ið varða av og eru áhugað í fótbólti, ikki unna hinum ítróttargreinunum umstøður í Gundadali.

Annars kundi ein spurt, um tað at fótbólturin, sambært formanninum í mentunarnevndini, ikki vil hava rennibreyt í Gundadali er nøkur grundgeving? Tað eru nógvir samfelagsbólkar, sum hava áhuga í hesum máli. Fótbólturin er ein sentralur, men allíkavæl bert ein av nógvum bólkum, sum hava áhuga í hesum málið. Hvat siga hinir bólkarnir? Hevur Mentunarnevndin vent sær til hesar bólkarnar?


Ljótasta bygningsverk í landinum

Men hví vil fótbólturin ikki hava rennibreyt? Sambært formanninum: »Eitt sum hevur verið ført fram er, at áskoðararnir koma at sita langt burtur!«?? Veit formaðurin, hvussu langt burtur man kemur frá síðuni av vøllinum, um rennibreytin verður gjørd?

Kanningar hava víst, at um man ger ein vøll eins og tann á Toftum, so er einans tørvur á at taka 4 tær fremstu røðirnar burtur niðan ímóti høllini á Nabb og gera ein vegg niðurvið eins og hinumegin.

Her kann so byggjast út, tá dystir eru, sum krevja nógv áskoðarapláss. Vøllurin skal so flytast 2 metrar móti høllini á Nabb, so úrslitið er, at áskoðarnir hesumegin koma 2 metrar nærri vøllinum, meðan áskoðararnir oman móti niðara vølli koma at sita 2 metrar longur vekk. Og harafturat verða áskoðaraplássini við endan flutt út til síðurnar, og eru tað hesi áskoðaraplássini, sum gera Tórsvøll til ljótasta bygningsverk í landinum.

Eitt annað, sum formaðurin í mentunarnevndini førdi fram var, at býráðið vil »gera alt sum vit kunna, fyri at man kann fáa eitt ordiligt anlegg at renna á eisini!« Hetta er so nú víst í gerð við, at býráðið farna hósdag avlívaði tað einastu ætlanina, sum var um at gera rennibreyt i kommununi!! Stóra takk fyri!


Við frælsari ítróttarkvøðu

Heri Ziska