Tórsvøllur er ov breiður

Sum venjari hjá írska fótbóltslandsliðnum vildi Brian Kerr flyta síðulinjurnar á Tórsvølli úteftir. – Tá var eg venjari hjá Írlandi. Nú eri eg venjari hjá Føroyum, so slapp eg at bestemma, gjørdi eg vøllin enn smalari, sigur Brian Kerr

Fótbóltur

 

So varð teppið loksins lyft. 56 ára gamli Brian Kerr úr Írlandi verður nýggjur føroyskur landsliðsvenjari.

Sáttmáli við íran varð undirskrivaður í FSF-húsinum í morgun, og tað var ein væl upplagdur Brian Kerr, sum eftir hetta gav sær stundir at tosa við føroysku miðlarnar.

 

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Brian Kerr er í Føroyum. Í 2004 stóð hann á odda fyri írska landsliðnum, sum vann 2-0 móti Føroyum á Tórsvølli í einum dysti, ið av fleiri varð mettur sum ein tann besti hjá føroyska landsliðnum tey árini, sum Henrik Larsen var føroyskur landsliðsvenjari.

Í upptaktini til dystin ta ferðina vann Brian Kerr sær ikki serliga nógv stig á popularitetsstiganum hjá føroyskum fótbóltsfjepparum, tá hann førdi fram, at Tórsvøllur av røttum átti at verið nakrar metrar breiðari. Og ein áheitan varð eisini send til UEFA um at geva FSF kravboð um at breiðka vøllin.

Sum føroyskur landsliðsvenjari í dag hevur Kerr tó eina aðra áskoðan.

- Tað veldst jú um, hvørjum sessi tú situr í. Tá var eg venjari hjá Írlandi, og vit høvdu nakrar sera góðar vengur, sum høvdu fingið fyrimun av einum slíkum stigi. Tað var nú ikki bara eg, men samlaða írska fótbóltssambandið, sum sendi áheitan til UEFA. Men í fjølmiðlunum sá tað kanska út til, at tað bara var eg.

- Og lat meg bara siga beinanvegin, at eg skilji væl, at føroyingar ikki eftirlíkaðu ynskinum. Var eg føroyskur landsliðsvenjari, hevði eg helst sett fram ynski um at gera vøllin enn smalari. Tað ræður jú um at vinna tær teir fyrimunir, sum tú kanst. Nú eri eg føroyskur landsliðsvenjari, og eg ætli mær at gera mítt til, at øll mótstøðulið skulu fáa tað trupult her á Tórsvølli, sigur Brian Kerr.

 

Trupult at vinna

Sum venjari hjá írska fótbóltssambandinum hevur Brian Kerr rokkið stórum málum. Hann hevur tvær ferðir vunnið EM við U-landsliðum, umframt at hann ta einu ferðina var við til at vinna HM-bronsu fyri U21-landslið.

Sum A-landsliðsvenjari lyfti hann Írland upp á eitt 12. pláss á altjóða styrkislistanum hjá FIFA, og tí kann tað fyri fleiri tykjast sum eitt stórt afturstig, at hann nú er landsliðsvenjari hjá Føroyum. Nakað sum venjarin sjálvur tó als ikki er samdur í.

- Eg gleði meg til avbjóðingina. Tað, sum hevur havt stóran týdning fyri meg, er, at eg síggi, hvussu brennandi føroyingar sjálvir ynskja at fremja eina menning. Jógvan Martin Olsen hevur framt eitt sera gott arbeiði seinnu árini, og við teimum ætlanum, sum nú eru um fótbóltshøll og kanska nýggjan altjóða leikvøll verður arbeitt hart fyri at betra um karmarnar hjá føroyskum fótbólti.

- Fyrst og fremst verður tað A-landsliðið, sum eg skal taka mær av, men eg komi sjálvandi eisini at samstarva við venjararnar hjá yngru landsliðunum. Alt snýr seg um felags málið, sum er at fáa eitt sterkt landslið og at vinna nakrar dystir. Tað verður ikki lætt, og yvir høvur er tað serstakliga trupult at vinna nakran landsdyst. Men tað er so tað, sum vit fara at royna, segði nýggi føroyski landsliðsvenjarin millum annað í morgun.