Tórsvøllur er nógv betri enn Laugardalsvøllur

Benedikt Bóas Hinriksson, sum er íslendskur blaðmaður heldur, at Laugardalsvøllur hevur nógv at læra av Tórsvølli

 

Laugardalsvøllurin í Reykjavík hevur nógv at læra av Tórsvølli, so ivaleysur er íslendski blaðmaðurin, Benedikt Bóas Hinriksson, sum skrivar fyri Fréttablaðið í Íslandi. Benedikt Bóas Hinriksson var til dystin ímillum Føroyar og Sveis farna fríggjakvøld, og hann er hugtikin av Tórsvølli. 

 

Benedikt Bóas Hinriksson nevnir fleiri orsøkir til, at Tórsvøllur er betur. Benedikt Bóas Hinriksson heldur, at FSF vísir sínum bestu fjepparum nógv størri virðing enn KSÍ (íslendska fótbóltssambandið) vísir sínum fjepparum. Meðan Skansin sleppur at stuðla, heppa og syngja beint undir VIP-seksjónini á Tórsvølli, so skal "Tólfan", sum eru fremstu íslendsku áskoðararnir beinast so langt burtur frá VIP-áskoðarunum, sum til ber.

 

Benedikt Bóas Hinriksson heldur eisini, at stemningurin og tænastan eru betri á Tòrsvølli. Á Tórsvølli kann ein keypa eina røð við seks ølbikørum uttan nakran trupuleika, meðan tann møguleikin ikki finst á Laugardalsvøllinum. Benedikt Bóas Hinriksson heldur eisini nógv um matstovuna "Nr. 12", og suppuna hann fekk har í steðginum. Benedikt Bóas Hinriksson heldur, at øll tænasta og avgreiðsla á Tórsvølli gekk smidliga og skjótt fyri seg. Hann heldur eisini, at tað er ótrúliga jaligt, at ein fær tað sera væl smakkandi føroyska ølið á tjóðarvølli føroyinga. Har heldur hann aftur, at íslendingar hava nakað at læra. Hann heldur tað verða upplagt, at íslendingar kunnu keypa íslendskt øl á Laugardalsvøllinum.

 

Benedikt Bóas Hinriksson heldur tað verða løgið, at íslendskir fjepparar, sum vístu og sýndu so góðan stemning og jaligan anda undir EM-endaspælinum í Fraklandi í fjør summar ikki kunnu fáa betri sømdir á Laugardalsvøllinum.

 

Ein annar íslendskur ítróttarblaðmaður, Tómas Þór Þórðarson hevur lagt eina sera speiska viðmerking við tveimum myndum út á Twitter. Myndin og viðmerkingin síggjast ovast her á greinini, har Tómas Þór Þórðarson vísir á stóra munin millum Tórsvøll og Laugardalsvøllin í Reykjavík. 

 

Fyri rættvísis sakir skal nevnast, at Laugardalsvøllurin hevur eina altjóða rennibreyt, og vøllir við rennibreytum hava verri fortreytir fyri góðum stemningi enn desideraðir fótbóltsleikvøllir. Av somu orsøk hava fleiri fótbóltsfeløg í Evropa skrottað at spæla dystir á fótbóltsleikvøllum við rennibreytum.