Tórsvøllur í buktini

Ein partur av valstríðnum handan leiktjøldini tykist snúgva seg um tær avtalur, sum FSF hevur um nýtslu av ávíkavist Svangaskarði og Tórsvølli

FSF-stríð

Sum nevnt aðrastaðni á síðunum, so hevur formansstríðið í FSF í ávísan mun fingið eina snaring, soleiðis at talan er um eitt stríð millum Tórsvøll og Svangaskarð.
Eitt nú hevur tað verið frammi í Oyggjatíðindum, at fekk aðalskrivarin hjá FSF makt, sum hann hevði akt, so fór allur landsliðsfótbóltur framyvir at verða savnaður á Svangaskarði.
Kanska er hetta eisini fatanin, sum fleiri formenn kring landið hava fingið, og tað skerst ikki burtur, at fyri nógvar av hesum hevur hetta ljóðað sum herskin kostur.
Tað er tó lítið hugsandi, at hendan málaða ræðumyndin fyri Tórsvøll nakran tíð kann gerast veruleiki. Fótbóltssambandið hevur langt síðani boðað frá, at báðir leikvøllirnir skulu nýtast, og tá talan er um teir stóru dystirnar, er einki at ivast í, at hesir verða lagdir á Tórsvøll. Har er jú rúm fyri 2.000 áskoðarum fleiri enn inni á Svangaskarði, og tað man helst avgera málið í tí førinum.
Hartil kemur so eisini, at FSF hevur spýtt hópin av milliónum í Tórsvallar-projektið. Bæði í sambandi við ger av vøllinum og ikki minst í samband við FSF-húsið, sum varð tikið í nýtslu í fjør. Tí er tað ein púrasta óhugsandi støða, at Fótbóltssambandið skal flyta allan landsliðsaktivitet til Toftir, og so bara lata risa-íløguna í Havn standa fyri einki.

Fíggjarligur spurningur
Tað er í hesum sambandi vert at taka við, at skal tosast um fíggjarliga partin av hesum máli, so er eingin sum helst munur á, hvar dystirnir verða leiktir. Í løtuni er eingin avtala við hvørki Svangaskarð ella Tórsvøll um nýtslu av vøllunum, men sambært gomlu avtaluni, so fingu báðir leikvøllirnir eitt eins stór nýtslugjald, og so mátti FSF annars gera av, hvar teir hildu dystirnir skuldu leikast.
Tá hetta hevur verið galdandi prinsippið seinnu árini, so tykist tað illa hugsandi, at ein avtala nú skal gerast, har annar parturin fær fyrimun fram um hin. Men sum skilst, so var tó júst hetta eitt av stríðsmálunum, tá ein roynd í heyst varð gjørd at endurnýggja sáttmálarnar, sum tá runnu út. Tað eydnaðist tá ikki at fáa í lag nýggjan sáttmála um nýtslurættin hjá FSF til vallirnar. Ikki minst tí ein meiriluti av nevndini var ímóti eini broyttari avtalu við Tórsvøll, og tá kann kanska hugsast, at hetta er eitt av áhugamálunum, sum gera seg galdandi í valdystinum.
Tað er einki at ivast í, at fíggjarliga byrðan hjá Tórsvølli er væl størri, enn hon er tað á Svangaskarði. Tí er tørvurin á inntøkum hjá vøllinum í Havn eisini væl størri enn á Svangaskarði, og fáast hesar inntøkur ikki til vega, kann tað væl gerast tungt at fáa endarnar at røkka saman.