– Onkur hevur kallað hetta fyri heimsins størstu eletrisku flugusmekkarnir, men eg haldi hetta tekur seg væl út, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eftir at venjingin hjá landsliðnum er byrjað.
Tað eru nógv fólk samlaði til venjingina at forvitnast og tey tosa øll um ljósini. Umboð fyri Tórshavnar Býráð, fótbóltssambandið og onnur, ið hava verið vil til hesa byggingina hava úr at gera við at forklára forvitnum gestum um ljósini.
Mugu tora at flyta okkum
Tað var ein stoltur borgarstjóri, ið hevði úr at gera við at tosa við fjølmiðlar og forklára um ljósini.
– Vit mugu tora at flyta okkum og byggja nýtt og stórt, sigur Heðin, meðan landsliðið venur.
– Tað er ein ótrúlig kensla at standa her í dag og síggja at alt er liðugt. Tað eru nógv góð fólk, ið hava arbeitt hart fyri at fáa hetta at hanga saman. Tað vóru fleiri, ið mettu at vit ikki fóru at klára hetta, so tú kanst ætla at tað hevur verið arbeitt væl, sigur Heðin víðari.
Bara fyrsta byggistig
Ljósmastarnar eru fyrsta av fimm byggistigum á Tórsvølli.
– Næsta byggistig verður at skifta vøllin og síðani fara vit í holt við triðja og fjórða byggistig, sum eru at fáa tak á skýlini við langsíðuna á vøllinum. Síðani kunnu vit fara í gongd við skýlið, ið vendur oman móti býnum, sum er fimta og seinasta byggi stig, sigur Heðin Mortensen.
Sum at spæla um dagin
Tað sigur føroyski landsliðsmálmaðurin, Jákup Mikkelsen, sum hevur verið við síðani vit fóru í altjóða fótbólt í 1988.
– Hetta er heilt ótrúligt og ljósini geva eisini ein heilt serligan stemning. Tað er sum á teimum stóru leikvøllinum, tá ljósið er tendrað. Tað skapar ein heilt serligan stemning og alt fokus er á vøllinum, sigur Jákup Mikkelsen.
– Tað er nógv hent síðani eg byrjaði at spæla fótbólt. Bæði vøllirnir og umstøðurnar eru nógv broyttar og nú ljósini eisini, sigur Jákup víðari.
Hann vísur víðari á, at hetta helst fer at geva leikarunum nakað eyka til dystin.
– Vit eru henpnir at kunna spæla slíkar dystir og tú ert líka stoltur hvørja ferð tú letur teg í landsliðstroyggjuna, sigur Jákup at enda.
trondur@sosialurin.fo