Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni

Freista Føroyar teg? Og ætlar tú at flyta heim?

 

Hóskvøldið 2. juni bjóða Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Landssjúkrahúsið og Setrið til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni.

 

Tiltakið er ætlað teimum mongu, sum hava í hyggju at flyta heim. Viðkomandi kunning verður veitt til útisetar, ið ætla sær heim ella hugsa um at flyta heimaftur. Á skránni eru framløgur um at flyta heim, at gera lesturin lidnan í Føroyum, at skapa egið starv, møguleikar á Landssjúkrahúsinum og onnur góð ráð.

 

Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóri, greiðir frá øllum tí, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Jónhild Rasmussen, umsitari í Hugskotinum, fer at tosa um at skapa egið starv í Føroyum. Rektarin á Setrinum, Sigurð í Jákupsstovu, greiðir frá møguleikum at gera lesturin lidnan í Føroyum. Og Johan Jansson, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá møguleikum á Landssjúkrahúsinum. Afturat hesum verður høvi at tosa við onnur við sama áhuga, hetta í einum føroyskum høpi.

 

Hetta kvøldið ber eisini til at vinna ein samlaðan flytipakka við Smyril Line. Øll, sum leggja leiðina fram við Norðuratlantsbryggjuni hetta kvøldið, eru við í lutakastinum um ein flytipakka, virði 20.000 krónur. Pakkin fatar um bingju, sum verður sett uttan fyri verandi bústað, og alt verður goldið, til bingjan stendur í túninum heima í Føroyum. Norrøna siglir flytigóðsið heim, og við í pakkanum eru eisini ferðaseðlar til tín og tíni.Til tess at verða við í lutakastinum skalt tú møta upp til tiltakið 2. juni á Norðuratlansbryggjuni.

 

Umframt framløgur verður borðreitt við smáum rættum við eitt nú tara, kalvasalati og hjalskøku frá Sólfinn Danielsen, føroyskum øli frá Okkara, konfekt frá Gómagott og kaffi frá Brell.

 

Tiltakið er frá kl. 19-22, og tað er ókeypis at luttaka.