Tað verður Tórshavnar Skipasmiðja, sum fær litið upp í hendurnar at projektera nýggja havrannsóknarskipið.
Tað er avgjørt nú um dagarnar.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, vórðu 2,9 milliónir settar til at projektera eitt nýtt havrannsóknarskip, sum samgongan hevur sett sær fyri at byggja.
Síðani hevur projektið verið boðið út og tá ið avtornaði komu fimm tilboð inn, tvey úr Føroyum og annars eitt úr Danmark og tvey úr Noregi.
Og nú er so avgerð tikin um, at samanumtikið var tað Tórshavnar Skipasmiðja, sum hevði tað besta tilboðið.
- Tórshavnar Skipasmiðja hevði tað tilboðið, okkum dámdi best, samanumtikið, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni við Portalin.
Í projekteringini bindur Tórshavnar Skipasmiðja seg til at taka serkønar ráðgevarar uttanlands upp í, har tað er neyðugt,
Men hann vil ikki upplýsa prísin, tí skulu fleiri samráðingar vera við Skipasmiðjuna um endaliga prísin.
Eitt, sum dentur varð lagdur á, var, at projekterandi skipasmiðjan er tætt við.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at projektið skal vera liðugt í ár og verður peningur játtaður á fíggjarlógini, verður arbeiðið boðið út beinanvegin.
Nýggja skipið verður eitt sindur størri enn Magnus Heinason, sum annars hevur tænt teimum væl, men tíðin er farin frá honum, tí hvørki tekniskt, ella í aðrar mátar, lýkur hann dagsins krøv.
Hjalti í Jákupsstovu dylir ikki fyri, at tey vóna at tað eydnast at fáa skipið, tí tað verður eitt stórt framstig og hetta verður so fyrstu ferð, at vit fáa eitt havrannsóknarskip, sum er smíðað til endamálið.