Súkkling
So er kappingarárið hjá TSF farið at halla, og eru bara tríggjar súkklukappingar eftir, og eru tað sjálvar FM-kappingarnar, sum nú eru á skránni.
Felagið hevur í ár skipað fyri 10 kappingum av ymiskum slagi, umframt barnasúkklukappingum á summarstevnunum, og eru FM kappingarnar byrjanin til fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar á Guernsey 2003.
Sum nakað nýtt, skipar TSF í ár fyri FM í barnabýarsúkkling, og verður hon beint aftaná kappingina hjá teimum vaksnu tórskvøldið.
Kappingarnar verða 12. 13. og 14. september!
Hósdagin12. september: FM í Býarkoyring (45 min. + 1 umfar)
Teinur: Koyrt verður sama tein sum á Ólavsøku, tvs. á økinum á Hálsi.
Startur og mál: Føroya Tele.
Kappingin hjá teimum vaksnu byrjar kl. 18.00. Børnini byrja kl 19.00.
Fríggjadagin 13. september: FM 30 km tíðarsúkkling
Teinur: Plantusølan - Kaldbak - Plantusølan.
Kappingin byrjar kl. 18.00
Leygardagin14. september: FM 100 km samlaður startur
Teinur: Toftakei, Eiðisskarð, Rundkoyringin við Streymin, Oyggjarvegur, Ringvegurin, niðan eftir Sundsvegnum, Vegurin Langi og Hvítanesvegur.
Teinurin í Havn skal koyrast 2 ferð!
Kappingin byrjar kl. 10.00.