Tórshavnar og Runavíkar kommunur á ONS

Nú seinnapartinn fór borgarstjórin í Havn við fylgi á oljuráðstevnuna ONS í Stavanger. Tórshavnar og Runavíkar kommunur saman við umboðum fyri føroysku vinnuna luttaka saman á ONS.

Westward Ho kom longu til Stavanger leygardagin og liggur beint frammanfyri paviliongini hjá Tórshavnar og Runavíkar kommunum inni í Vågen. Sokallað “kick-off” í sambandi við oljuráðstevnuna er á festivaløkinum longu í kvøld.

ONS-ráðstevnan byrjar í morginárini tíðliga. Fyri døgverða eru borgarstjórin og kommunustjórin til ein bita sum gestir hjá Haraldi kongi í stóru høllini á framsýningarøkinum.

Í morgin letur festivaløkið upp kl 17 og tá er økið hjá Tórshavnar og Runavíkar kommunum opið, eins og opið er umborð á sluppini Westward Ho. Í annaðkvøld er setanarkonsert í Stavanger Consert Hall á Bjergsted.

Mikudagin er ONS Exhibition opin allan dagin. Føroyska ferðalagið fer ein túr inn í Lysefjord á middegi at síggja stórbæru náttúruna, og frá kl 17 til 19 verður móttøka umborð á Westward Ho, har tær báðar kommunurnar og umboð fyri føroysku vinnuna bjóða vælkomin.

Mikukvøldið er Heðin Mortensen boðin í sokallað garden party á høvuðsskrivstovuni hjá Statoil á Forus uttanfyri Stavanger. Opið er á paviliongini og umborð á Westward Ho bæði miku- og hósdagin. Sjálv framsýningin endar hóskvøldið.