Sonurin, sum er 10 ár, hevur havt ein frálíka dugnaligan ungan mann sum privatlærara í gittarspæli. Nú hevur lærarin hjá honum valt at fara út í heim at útbúgva seg víðari innan tónleik, og tað hevur ikki eydnast okkum at finna ein nýggjan.
Havi skilt, at nógv foreldur skriva teirra børn upp á allar hugsandi listar, longu meðan mamma og barn enn liggja á føðideildini. Tað er mær ein gáta, hvussu hesi fólk kunnu vita, at akkurát hetta lítla barnið fer at tíma at spæla klaver ella trummur ella okkurt heilt triðja. Eg eri tíverri ikki vælsignað við tí gávu, tað man vera at síggja inn í framtíðina. Skrivaði hann upp, tá eg varnaðist, at hann hevur bæði árræði, hug og eitt viðføtt talent, men tað var also 5 ár ov seint. Kanska skuldi hetta við tilmelding til musikkskúlan verið broytt, soleiðis at børnini kunnu verða skrivaði upp, tá tey eru 5 kanska 6 ár. Tá hava foreldrini ein møguleika fyri at vita, um barnið vísir áhuga fyri hesum ella hasum. Og listarnir hjá musikkskúlanum verða automatiskt styttri.
Valdi til seinasta val at seta kross fyri einum øðrum valevni, enn eg annars plagdi at gera. Tí hesin politikkarin tosaði so sannførandi um, at hann fór at arbeiða hart fyri, at tann nýggi musikkskúlin fór at standa liðugur innan fyri tvey ár – eg breyt gomul persónlig mørk, og valdi hann. So nú má eg spyrja Heðin Mortensen: Hvussu gongur við musikkskúlanum? Verður hann liðugur um eitt gott ár?? Kennir tú nakran privatlærara vit kundu ringt til?? Og vil kommunan gjalda sín part av undirvísingini?
Og til seinast Heðin: Eru øll ikki líka fyri lógini her í kommununi, tá øll gjalda skatt, men bert summi sleppa at brúka tilboðini, sum kommunan hevur??










