Tórshavnar Musikkskúli tvær konsertir

Víð íblástri frá kvæðum, vísum, skjaldrum og kongoløgum fara uml. 350 musikkskúlanæmingar í Havn á pall í Norðurlandahúsinum sunnudagin 26. mai kl. 14.00 og kl. 16.00 at syngja og spæla í tveimum forvitnisligum konsertum.

 

Á ráðleggingarfundi í Tórshavnar Musikkskúla, sum læraranir høvdu í fjør vár, varð avgjørt, at temaið, sum fór at vera høvuðsyvirskriftin í undirvísingini hjá musikkskúlanum í skúlaárinum 2012/13, skuldi vera: "Føroyskur tónleikur fyrr og nú".

 

Lærarar settu sær hesar spurningar, at nærkast tí settu uppgávuni:

Hvussu menna vit skúlan sum mentanarbera?

Hvussu endurnýggja vit tað siðbundna?

Hvussu geva vit næmingunum henda mentanararv í dagligu undirvísingini?

 

Setningurin var at vita, í hvønn mun føroyski tónleikurin kundi seta dám á alla undirvísing í musikkskúlahøpi, bæði í teori- og hoyrilæruundirvísing, í samanspælið, í ljóðførisundirvísing og í tónasmíði. Eisini skuldu lærarar kunna seg um tað nógva tilfar av upptøkum, nótatilfari og bókum um føroyska siðbundna tónleikin.

 

Úrslitið av hesum kann, sum nevnt, upplivast á konsertum sunnudagin 26. mai kl. 14.00-14.45 og kl. 16.00-16.45. Konsertirnar verða tvær, av tí at tilfarið er ov rúgvismikið og tónleikabólkarnir ov nógvir til at rúmast í einari konsert.

 

Tað, ið vit sleppa at hoyra næmingar í Tórshavnar Musikkskúla spæla og syngja, er eitt rættiliga breitt úrval av tí, vit vanliga kalla siðbundnan føroyskan tónleik: skjaldur, kvæði, vísur og Kingoløg.

 

Flestu løg verða borin fram instrumentalt, men kvøðarar, barnakór og ungdómskór fara eisini at luttaka. Løgini eru fyri tað mesta løgd til rættis og íklædd ein nýggjan búna.

 

Eisini verður ein framsýning av nótum og øðrum tilfari, við t.d. nótabók Svabos og gamlar Kingo sálmabøkur, sett upp í samband við konsertirnar.

 

Til ber at vitja framsýningina í steðginum millum konsertirnar uml. kl. 14.45 -16.00