Tónleikatiltak
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eftir eina røð av konsertum í Føroyum og í Íslandi fer Tórshavnar Manskór nú at syngja í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Og tað verður entá við eini heldur óvanligari skrá. Millum løgini er eisini kendi sangurin hjá bólkinum Qeen, "BOHEMIAN RHAPSODY", sum er útsettur/arrangeraður fyri manskór. Hetta verður fyrstu ferð, at Tórshavnar Manskór fer at framføra hetta lagið alment. Annars verður skráin fjølbroytt og áhugaverd.
Bjarni Restorff, kórleiðari sigur, at teir fara at framføra nakað av tí, sum teir sungu á konsertferðini í Ísland í oktober. Tá vóru teir ymsa staðni í Íslandi, og endaði tann konsertferðin við eini stórari felags konsert fyri symfoniorkestur við meira enn 800 tónleikarum og sangarum úr 22 íslendskum manskórum og teirra millum eisini Tórshavnar Manskóri. Sjálvur íslendski forsetin var við til hetta stóra tónleikatiltak í Reykjavík.
Á konsertini í Miðlahúsinum í annaðkvøld fer Árni Hansen at spæla klaver og Herluf Lützen guittar. Solistar eru Andreas Reinert, Fróði Sandoy og Petur Niclasen. Kórið telur umleið 35 mans.