Sveinur Tróndarson
Tað vera ikki eiti á tónar, sum fara at streyma úr eysturríkiska býnum Linz í døgunum 12. til 16. juli. Tá verður býurin vertur fyri ikki færri enn 18 túsund kórsangarum, sum verða við í allarfyrstu kór-olympiaduni.
Sjálvandi verður eisini eitt føroyskt kór við. Nú er tað skjótt bara "tann rætta" OL-kappingin í ítrótti, sum vit ikki sleppa at vera við í, tí bæði tá tað umræður talv og t.d. kórsang, eru vit við.
Kórið, sum umboðar Føroyar er Tórshavnar Manskór. Tað var Undirvísingar- og Mentamálastýrið sum heitti á kórið um at taka dystin upp, og tað lat kórið sær ikki siga tvær ferðir. Tað er kanska tí, at kórið hevur verið í vási fyrr. Fyri einum ári síðani ella so, var Tórshavnar Manskór við í stórari kapping í Wales, so teir vita, hvat tað snýr seg um, tá til stykkis kemur.
Ta ferðina gjørdist kórið nummar seks av trettan kórum, og tá hugsað verður um støði, so eru kórmenninir sera væl nøgdir.
Jørgin Johannesen, talsmaður fyri kórið, sigur, at ta ferðina var støði heilt óvanliga høgt og kórini sera professionel. ? So vit vóru meiri enn nøgdir við sætta plássi, sigur hann.
Hóast talið av kórum er stórt, so er bólkurin, sum Tórshavnar Manskór skal kappast í, ikki so stórur. Níggju kór eru í bólkinum og tey skulu syngja í 20 minuttir hvørt. Á skránni hjá okkara monnum eru fýra sangir, og eru tað "Vit eru føroyingar" hjá Regini Dahl og Kára Bæk, Orðini, sum Rói Patursson eigur, og sum Bjarni Restorff hevur útsett, Jeg vil mig Herren Lofve, sum Bjarni Restorff eisini hevur útsett og Landkenning eftir Edvard Grieg.
- Sangirnir eru nokk so drúgvir, men tað er ein spennandi skrá, sigur Jørgin Johannesen, sum annars greiðir frá, at teir eru komnir beinleiðis í annað umfar. ? Tað er so, at tá tú kemur, sum alment umboð fyri eitt land, so kemur tú beina leið í annað umfar, og í hesum føri eru vit alment umboð, greiðir Jørgin frá.
Tórshavnar Manskór skal ikki bara framføra ta einu ferðina. Sum alment umboð skulu teir eisini hava tríggjar aðrar framførslur, sum m. a. vísa mentanina í tí landinum teir koma frá. ? Ætlanin var, at vit skuldu hava tvær framførslur, men tað er í seinastu løtu vorðið til tríggjar. Harumframt skulu vit eisini vísa føroyskan dans ? bæði vanligan og dansispøl, sigur Jørgin, sum leggur afturat, at tí verður tað ikki ein avslappingartúrur.
Konur og dámur hjá kórsangarum eru við á ferðini og sum skilst, skulu tær vera við til tann føroyska dansin. Tóshavnar Manskór leggur frá landi tíðliga fríggjadagin. Farið verður við Norrønu til Hanstholm haðani teir koyra til Midtfyn. Har skulu teir vitja Søllinge Manskor, sum er eitt manskór við eldri monnum ? pensjonistum. Sunnukvøldið hava teir so eina framførslu saman í Nørre Lyndelse kirke, og tað má so sigast at vera venjingardysturin á ferðini ?
Mánadagin fer kórið í bussi til Linz í Eysturríki, har kórolympiadan verður sett mikudagin í næstu viku.
Tað er ikki smávegis tað kostar, tá eitt so stórt kór skal avstað. Jørgin Johannesen sigur, at túrurin kostar onkustaðni ímillum 550 og 600 túsund krónur. Meginpartin hava kórsangararnir sjálvir goldið, men ein triðing hevur tað eydnast at fáa til vega við faldarum og stuðli. ? Lýsararnir vóru sera hjálpsamir tá vit gjørdu faldaran og so hava vit eisini fingið stuðul úr Mentunnargrunni Føroya Løgtings, frá UMMS og frá Tórshavnar Býráði, sigur Jørgin Johannesen, sum í tí sambandi takkar stuðlunum.
Sum nevnt verða 350 kór við. Tað svarar íalt til umleið 18 túsund luttakarar og teir koma úr 60 londum. Tey 350 kórini skulu kappast í 28 bólkum og vit ynskja Tórshavnar Manskóri góða ferð og ikki minni góða eydnu.k.
Fara tit aftur at nýta harðskap?
- Vit nýta ikki harðskap!
Eru tit vápnaðir?
- Ja, vit hava kanónir. Men tær skjóta bara við sukulátukøkum, ha, ha...
Hava tit ongan skarpan lóður við?
- Nei, vit nýta ikki vápn!
Hvussu fara tit at leggja uppí grindadráp?
- Vit fara fyrst at royna at reka grindir burtur frá oyggjunum. Tá ið vit leggja beinleiðis upp í drápið, fara vit ikki at løsta nakran!
Men, leggja tit upp í grindadrápið, so bróta tit føroyska lóg?
- Eg leggi einki í lógir, sum....
Ert tú anarkistur?
- Anarkistur...?...ehhh, nei...men eg leggi einki í lógir, ið verja órættvísi og ræðuleika. Vit eru ein altjóða felagsskapur. Ikki ein føroyskur.