Tórshavnar Manskór í Skúvoy

   

Nú fer konsertferðin hjá Tórshavnar Manskóri kring oyggjarnar at halla. Ætlanin við at ferðast í Føroyum, hevur verið, at bjóða smáplássunum kórsang, og tískil verður seinasta konsertin á hesum sinni í Skúvoy. Konsertin verður Hvítusunnudag kl. 14 í kirkjuni.

Kórið fer at framføra eitt breitt úrval av føroyskum og norðurlendskum sangum. Kórleiðari er Bjarni Restorff.