Tórshavnar Manskór hevur tvær konsertir hetta vikuskiftið

Tórshavnar Manskór hevur tvær konsertir hetta vikuskiftið.

 

Í kvøld klokkan 20 hevur Tórshavnar Manskór konsert saman við Róki Jákupssyni í Müllers Pakkhúsi í Havn. Talan er um eina sokallaða várkonsert, har Tórshavnar Manskór m.a. fer at framføra fitt av svenskum sangum.

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 hevur Tórshavnar Manskór konsert saman við Nólsoyar Manskóri í Royndarhúsinum í Nòlsoy.

 

Bjarni Restorff kórleiðari, og Mads Winther frá nevndini hjá Tórshavnar Manskóri vitjaðu morgunsendingina hjá Ràs2 í morgun.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátið við Bjarna Restorff og Mads Winther.