Hósdagin fær Tórshavnar Manskór vitjan av sveisiska manskórinum Männerstimmen Basel, og í tí sambandi verður skipað fyri konsert við báðum kórunum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 6. mai, klokkan 19.30.
Männerstimmen Basel kemur higar á veg til Reykjavíkar, har kórið, eins og Tórshavnar Manskór, skal vera við í kórfestivalinum, sum verður hildin í samband við at íslendska manskórið Fostbræður verður 100 ár í ár.
Sveisiska kórið valdi at steðga her á leiðini til Íslands, og í tí sambandi verður skipað fyri trimum konsertum við kórinum. Tann fyrsta verður saman við Tórshavnar Manskóri í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tann næsta í Christianskirkjuni í Klaksvík leygarkvøldið klokkan 19 og tann triðja í Nólsoyar kirkju sunnudagin klokkan 16.
Hóast Männerstimmen Basel, sum er undir leiðslu av Oliver Rudin, bæði so og so er eitt ungt kór; tað varð stovnað í 2008 og teir 32 sangararnir eru í aldrinum 19 til 35 ár; er talan um ein sera dugnaligan hóp av sangarum, sum hevur drúgvar royndir og sum hevur verið við í fleiri altjóða kórstevnum. Úrslitini hava eisini verið heilt framúr má sigast, tí kórið hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir. Millum annað vann kórið gullheiðursmerkið á olympiska kórfestivalinum í Cincinnati í 2012 og í Riga í 2014. Eisini var Männerstimmen Basel kosið besta manskór á kórstevnuni í Montreux í heimlandinum í 2012 og í 2011 fekk kórið eina serliga virðisløn á einari kórstevnu í Írlandi. Og í fjør var kórið kosið besta kór við færri enn 40 sangarum á kórstevnuni í Cornwall og besta manskór á stevnuni.