Tórshavnar kommuna eigur nú eitt stásiligt far aftrat, dekksbátin Fram, sum nú verður varðveittur av kommununi.
Fram varð smíðaður av Laurits Debes, Laurits í Mortanstovu í Havn, í 1921. Hann varð bygdur til Sámal Petersen í Fuglafirði og varð upprunaliga nevndur Erik.
Sørin Pram Sørensen, sáli keypti bátin í 1986 og fór undir eina umfatandi umvæling, soleiðis at báturin í dag er í heilt góðum standi.
Tórshavnar Býráð samtykti á fundi 8. september í fjør at keypa dekksbátin Fram TN2 fyri 700.000 krónur við tí endamáli at stovna felag til varðveiting og dagligan rakstur.
Tað er Tóta Sørensen, sum sæst á myndini saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, sum nú formelt hevur handað kommununi bátin, sum liggur undir Müllers Pakkhúsi, har Westward Ho eisini liggur.
Fram fer at verða brúktur á nakað sama hátt sum sluppin til útferðir, skúlaflokkar o.s.fr.