Tórshavnar Kommuna vil uppbyggja eina jazz mentan

Í samband við 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu, hevur kommuna valt at stuðla Jazz festivalinum, og Kommunan ætlar at virka fyri at menna jazzmentanina framyvir. Ætlanin við festivalinum er at byggja uppá jazz mentanina í Tórshavn, og hetta er bert fyrsta stig á leiðini. Ætlanin er, at hesin vetrar festivalur skal mennast til ein altjóða festival.

 

-Vit mangla veruliga tiltøk á jazz økinum, og tá vit hava tónleikarar á so høgum støði sum Kristian Blak og aðrir sum veruliga brenna fyri sakini, vænti eg at undirtøkan verður góð, og at hetta kann gerast til eitt afturvendandi tiltak, sigur Bogi Andreasen.

 

Hvonn hevur havt ein leiklut í at menna jazztónleikin í Tórshavn, og hevur hvørt týskvøld verið karmur um jazztónleik har nógvir dugnaligir og viðurkendir tónleikarar hava framført.

 

- Eg havi verið til nógv jazz kvøld í Hvonn, og eftir mínum tykki hevur tónleikurin verið framúr góður, sigur Bogi Andreasen.

 

Nú verður so lunnar lagdar undir eina nýggja jazz mentan í Føroyum, og festivalurin fer av bakkastokki komandi fríggjakvøld kl. 22.00. Møguligt verður at lesa um bólkarnir her á Planet.