Í sambandi við Umhvørvisvikuna fara borgarar í Tórshavnar kommunu at rudda leygardagin. Hósdagin fara skúlar og onnur eisini í sving. Nú árliga Umhvørvisvikan stendur fyri durum verða ruddingardagar Í Tórshavnar kommunu leygardagin 2. og hósdagin 7. mai.
Dagarnir eru soleiðis skipaðir, at leygardagin 2. mai fara eigarafeløg, skótar, ítróttarfeløg o.o. at rudda, og hósdagin 7. mai verða tað skúlar, barnagarðar, virkir, stovnar og handilsrekandi. Kommunan heitir eisini á onnur um at rudda frí- og felagsøkir.
Kort yvir økir eru at fáa í Snarskivuni, gomlu Brandstøðini á Varðagøtu, Endurnýtsluni ella á heimasíðuni hjá kommununi: www.torshavn.fo.
Rusksekkir fáast ókeypis á hesum støðum:
1. Á gomlu Brandstøðini á Varðagøtu týs-hós kl. 8-15 og ley. kl. 8-17
2. Endurnýtsluni á Hjalla, týs?hós kl. 8?17 og ley. kl.10-17
3. Í Kollafirði á bingjuplássinum mik. 17?20 og ley. kl. 13-17
4. Í Nólsoy á bingjuplássinum kl. 17-20 og ley. 14-17
Bingjur standa á hesum økjum ley. 2. mai:
Óðinshædd, Skálatrøð, Løgmannabreyt við skúlan, á parkeringsplássinum við Handilsskúlan, á parkeringsplássinum við Støðlagøtu á Argjum og í Havnardali.
Í Norðadali, Kaldbak, Velbastað, Kollafirði og Hesti verða posar lagdir við bingjurnar.
Í Syðradali, Kaldbaksbotni, Koltri og á Sundi verða posar bornir út.
Í sambandi við ruddingardagarnar kann ein venda sær til kommununa og boða frá, um størri burturkast frá skal avhendast úr náttúruni.










