Tórshavnar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra, nú kommunustjórin síðstu mongvu árini, Jens Marius Poulsen, leggur frá sær fyri aldur.
Lýst verður í bløðunum í dag eftir nýggjum kommunustjóra.
Kommunan sigur, at kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá býráðnum, fíggjarnevndini og borgarstjóranum og sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi. Kommunustjórin hevur evstu ábyrgd av samskifti millum politiska og fyrisitingarliga myndugleikan.
Somuleiðis er kommunustjórin skrivari hjá býráðnum og limur í starvsbólkinum hjá Kommunusamskipan Føroya, har allar ætlaðar broytingar á kommunala økinum verða viðgjørdar.
Starvið sum kommunustjóri er flokkað sum tænastumannastarv í 39. flokki, har mánaðarlønin íroknað ískoyti er 55.383,63 krónur, umframt eftirløn sum tænastumaður.
Víst verður til heimasíðuna, www.torshavn.fo, har fleiri upplýsingar um starvið eru at finna, eitt nú ein útgreinaður starvsprofilur.
Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 17. juni 2009 klokkan 12.