Tórshavnar kommuna, ið er fólkaríkasta kommuna í landinum, eigur at syrgja fyri at ganga undan, tá tað snýr seg um at avmarka nýtsluna av dálkandi olju og heldur framleiða elorku burturúr vindi.
Tórshavnar kommuna eigur at miðja ímóti skjótast gjørlig at útvega neyðuga politiska heimild at seta upp vindmyllur í hóskandi stað í kommununi at útvega borgarum sínum o.ø. umhvørvisvinarliga og reina orku – orku sum ikki er tengd at kostnaðarmiklari útlendskari, umhvørvisdálkandi olju. Kommunur eins og onnur í samfelagnum hava skyldu at royna at verja okkara felags luftumhvørvi, so eisini okkara eftirkomarar kunnu njóta eina góða og reina luft.
Sum er verða bert 5,9% ella 15,8 MWh av elorkuni hjá SEV framleidd við vindravmagns-útbúnaði/vindmyllum - í Neshaga í Eysturoynni og hjá SP/f Røkt í Vestmanna (Kelda SEV 2007). Hagtøl hjá SEV vísa somuleiðis, at samlaða elorkuframleiðslan var 269,3 MWh í 2007. Tølini vísa, at parturin av samlaðu elorkuframleiðsluni í landinum, ið verður framleiddur burturúr vindorku, er alt ov lágur. Vit mugu tí leggja okkum eftir í nógv størri mun enn nú at nýta umhvørvisvinarliga vindorku til elframleiðslu. Vindur og vindorka trýtur sum kunnugt ikki í Føroyum.
Í dag hevur SEV í alt 7 vindmyllur á (660 KWh x 6 og 150 KWh x 1) ella í alt 4.110 KWh.
Um Tórshavnar kommuna setir t.d. 5 vindmyllur av hóskandi stødd upp (sambært upp-lýsingum hjá SEV er hóskandi stødd á vindmyllum í Føroyum 1.000 KWh) kundu hesar vindmyllur helst framleitt meira enn tað dupulta av tí elorku, ið SEV fær burturúr vindorku í dag.
Upplýst verður, at íløgukostnaðurin fyri 5 vindmyllur vildi verið uml. í alt uml. 20 mió. kr. Slík vindmylluíløga kundi verið spjadd út yvir ávíst tíðarbil so sum t.d. 3 ár.
Tórshavnar kommuna kann óivað selja eina komandi el-vindorkuframleiðslu til SEV til somu treytir sum Sp/f. Røkt í Vestmanna. Soleiðis vildu borgararnir í Tórshavn og restin av landinum fingið gagn av reinari el-vindorkumegi frá høvuðsstaði landsins, Tórshavnar kommunu.