Tróndur er 40 ára gamal, føddur í Havn og flutti sum fimm ára gamal til Velbastaðar at búgva. Hann er sonur Jonnu F. Olsen og Jógvan við Á.
Tróndur fór sum ungur til skips við trolara. Frá 1982-84 var hann á landbúnaðarskúla í Stend í Norra. Frá 1984-87 koyrdi hann lastbil hjá Just Sivertsen í Havn. Síðan fór hann í læru sum maskinsmiður hjá Nomatek í Havn. Sum útbúgvin maskinsmiður fór hann á maskinmeistaraskúla og fekk maskinmeistaraprógv í 1993. Hann sigldi sum maskinmeistari við farmaskipum hjá Skipafelagnum Føroyar frá 1993-97. Síðan sigldi hann sum maskinmeistari hjá donsku reiðaríunum C.J. Shipping og Thor Chartering til 2000. Hann hevur eisini arbeitt aftur hjá Nomatek. Seinasta hálvtannað árið hevur hann siglt við rækjutrolaranum Hvilvtenni.
Tróndur er giftur við Hannu, f. Egholm, úr Havn, og eiga tey fýra børn: Katrina, Jens Petur, Jógvan Fríði og Jonna Maria.
Vatnmeistarin hevur dagligu leiðsluna av vatnverkinum um hendi og hevur m.a. rakstrarábyrgd av viðlíkahaldi og útbygging av vatnverkinum.
Í kommununi eru átta størri og smærri reinsiverk. Samlaða vatngoymslan í kommununi er 1.400.000 rúmmetrar, árliga nýtslan er 3.500.000 rúmmetrar.
Fyrrverani vatnmeistarin, Janus Sørensen, fer frá fyri aldur 1. februar komandi ár.