Tá Umhvørvisvikan 2011 verður í mai mánað, verður ein umhvørvisviðurkenning latin einum stovni ella virki, sum hevur gjørt nakað serligt fyri umhvørvið Umhvørvisviðurkenningin er eitt listaverk, og fram til 1. mai ber til hjá øllum at innstilla eitt virki ella ein stovn til viðurkenningina, sum verður handað, tá Umhvørvisvikan verður frá 9. til 15. mai.
Hugsanin er, at fólk skulu innstilla eitt virki ella stovn, tey halda hava uppiborið eitt herðaklapp fyri okkurt gott umhvørvisarbeiði ella -átak, og eisini ber til at virkir og stovnar innstilla seg sjálvan til viðurkenningina.
Nógvar orsøkir kunnu vera til eina innstilling, so sum orkusparandi tiltøk, varandi orka, skiljing av burturkasti, endurnýtsla, kunning um umhvørvisvernd, dálkingarfyribyrgjandi átøk, vistfrøðilig átøk, umhvørvisvinarlig ferðsla og mangt annað.










