Tórshavnar kommuna: Lat vatnið renna um tað er skitið

Í morgun varð skrúvað fyri vatninum eina løtu á Magnus Heinasonargøtu í Tórshavn, tí eitt minni vatnleiðingararbeiði varð gjørt í grannalagnum. Tí er møguligt, at summir borgarar upplivdu, at vatnið tyktist skitið eina løtu í morgun. 

 

 

Hetta sær heldur ódámligt út, men er ikki skaðiligt, upplýsir Tórshavnar kommuna.

 

 


Vatnmeistarin í Tórshavnar kommunu mælir tó til, at fólk letur vatnið renna til tað klárnar, um tey uppliva, at tað rennur skitið vatn úr kránanum. 

 

 


Í sambandi við slík arbeiði hevur skittur, sum vanliga situr innan í vatnrørunum, lyndið til at loysna og enda inni hjá fólki. Starvsfólk á vatnverkinum royna altíð at skola vatnleiðingina væl eftir slíkt arbeiði, men hóast tað endar nakað altíð í kranunum hjá fólki, upplýsir Tórshavnar kommuna.