- Hesi seinastu árini er Tórshavnar Kommuna vorðin størri, sterkari og ríkari. Størri bæði í vídd og fólkatali, sterkari við tað at fólkatalið er størri, og ríkari, tí tað er ein sannroynd, at kommunan er komin alsamt betur fyri fíggjarliga, greiðir borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen, frá. Og so skuldi ein skuldi trúð, at alt er soleiðis sum tað skal vera í høvuðsstaðarkommununi.
Men fyri framman hómast ein trupulleiki, ið krevur at verða tikin upp beinanvegin.
Havnin veksur nevniliga so skjótt, at nú merkjast verkur í beinum hennara. Fólk flyta til, og aðrar kommunur leggjast afturat, alt við slíkari ferð, at tað er vorðið torført hjá býarmyndugleikunum at fylgja stevinum.
Breitt seg yvir Suðurstreym
Fyri 25 árum síðan varð víddin av Tórshavnar Kommunu máld at vera 15 ferkilometrar. Síðan er víddin vaksin støðugt sum aðrar kommunur eru lagstar afturat, og tá Kollafjarðar Kommuna formliga verður innlimað í høvuðsstaðarkommununa 1. januar komandi ár, fevnir hon yvir 120 ferkilometrar.
Í fjør rundaði íbúgvatalið í Tórshavnar Kommunu tey 16.000. Hetta tal kemur upp á nærum 18.000 komandi árskifti, tá gott túsund kollfirðingar verða innlimaðir í kommununa, og sum tað sær út nú, leggjast fleiri hundrað fólk til um árið orsakað av stórari tilflyting til býin.
- Fyri mítt viðkomandi haldi eg ikki at tað hevði gjørt nakað, um vøksturin gekk eitt sindur seinni, sigur Leivur Hansen umhugsunarsamur.
Hvat ger vøksturin til ein trupulleika?
- Tórshavnar Kommuna er tað staðið í landinum, har fólkatalið økist skjótast. Við at vit nú eisini hava fingið Argir og fáa Kollafjørð við í kommununa, eru vit sjálvsagt betur kappingarførir enn frammanundan, men kommunurnar, men samstundis so hevur ein so skjótur vøkstur í fólkatalinum við sær, at tað gerst neyðugt at útbyggja tilboðini til borgararnar og vinnulívið við eins stórari ferð, og tað er ikki so lætt, greiðir Leivur Hansen frá.
Barnagarðsbíðilistin vil ikki geva upp
Barnagarðspláss eru eitt av teimum tilboðum, ið skulu vera til taks hjá øllum børnum, ið hava brúk fyri teimum, men her hevur fólkatilgongdin til Havnina havt við sær, at hóast umleið 100 nýggj barnagarðspláss eru fingin til vega hvørt av teimum seinnu árunum, so styttist bíðilistin eftir barnagarðsplássi einki.
- Slíkt kann vera nokkso ørkymlandi, tí tað ber nærum ikki til at koma upp á slætt. Sama skil er við skúlunum, ið eftir hondini eru yvirfyltir. Frítíðarskúlapláss vanta eisini, og á íbúðarøkininum verður nú neyðugt at taka stig til at nøkta tann vaksandi tørvin, greiðir borgarstjórin frá.
- Tað er gleðiligt at Havnin veksur og hon kann væl bera eitt størri fólkatal. Trupulleikin er bara, at tá tilflytingin gongur so skjótt, hava vit ilt við at fylgja við. Fyri mær at síggja, hevði tað einki bilað, um tað gekk eitt sindur seinni, sigur Leivur Hansen, væl vitandi, at summir aðrir býráðslimir einki hava ímóti skjóta vøkstrinum og tískil eru grundleggjandi ósamdir við honum.
Synd um Føroyar allar enda í Havn
Men í so máta hevur Tórshavnar Kommuna ikki øðrvísi trupulleikar enn flestu aðrar høvuðsstaðarkommunur í grannalondum okkara. Eftir føroyskum mátistokki er Havnin ein stórur býur, og stórir býir draga fólk at sær. Soleiðis hevur tað verið leingi, og soleiðis fer tað helst eisini at vera í framtíðini.
Men borgarstjórin í Havn heldur kortini, at vit í Føroyum eiga at royna at sleppa undan teirri støðu, sum Ísland og Reykjavik eru komin í, har meginparturin av fólkinum í landinum er savnað kring høvuðsstaðin.
- Eg haldi ikki, at tað er rætt, at allar Føroyar skulu enda í Havn. Tað hevði verið synd. Tað er umráðandi at hinir partarnir av landinum eisini verða mentir, soleiðis at fólk hava hug at vera aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum. Men sum er hevur Tórshavnar Kommuna ov lítla kapping frá øðrum kommunum. Tað hevði verið gott við eitt sindur av mótspæli frá hinum plássunum, men tað er eitt sindur deydligt við tí.
Hvat skal til - hvat mótspæl ynskir tú?
- Sum er, er Tórshavnar Kommuna so nógv tann størsta eindin í landinum, men soleiðis nýtist tað ikki at vera. Hini plássini í landinum kundu tikið seg saman í størri eindir og soleiðis verið við til at skapt sær sjálvum møguleikar at veitt sínum borgarum tey tilboð, sum teir nú fara til Havnar eftir.
Kommunusamanlegging meinar tú?
- Ja, ella bara samstarv millum kommunurnar um ikki annað. Sum er leggja tær nógvu smáu kommunurnar, ið bara sigla sín egna sjógv, fót fyri at tær stóru kunnu menna seg. Ein kommuna eigur sjálv at umsita og hava ábyrgdina av sovorðnum sum barnaansing, skúla og eldrarøkt. Nú hava vit so fingið ábyrgdina av barnaansingini, men tað ber ikki til at lata størri umsitingarligar uppgávur út til føroysku kommunurnar, tá fleiri eru so smáar, at tað ikki er hugsingur um, at tær kunnu megna at røkja slíkar uppgávur uttan at samstarva.
Í hesum sambandi hevur borgarstjórin í Havn hug at troyttast inn á tær nógvu kommunurnar, sum ikki kunnu samstarva við hvørja aðra.
- Høvuðstrupulleikin er væntandi samstarv millum kommunurnar. Um nú til dømis kommunurnar í Suðuroynni høvdu kunnað fingið eitt gott samstarv í lag, so hevði grundarlag verið fyri at tær kundu átikið sær tær kommunalu uppgávurnar, sum landið nú umsitur, umframt at umsitið landsuppgávur, ið borgarin dagliga hevur brúk fyri, soleiðis at hann bert skuldi vent sær til eitt alment stað fyri at fingið greitt síni almennu ørindi.
Vóru kommunalu eindirnar færri, men størri, kundu tær havt hvør sína umsiting, og á tann hátt hevði tað eisini borið til hjá útbúnum fólki at funnið avbjóðandi størv uttan fyri Havnina. Sum er liggur alt slíkt í Havn, og tað er við til at seta ferð á fólkatilflytingina til høvuðsstaðin.
Nær verða fáar og stórar kommunueindir ein veruleiki?
- Tað er ikki gott at vita. Vónandi skjótt, men fyri at siga tað sum tað er, so sær tað ikki so lovandi út í mínum eygum. Sum er kunnu flestu miðalstóru grannakommunurnar í Føroyum ikki semjast um nakað. Bara tað at avgera, í hvørjari kommunu ein møgulig umsiting fyri viðkomandi kommunueind skuldi ligið, hevði uttan iva ført við sær so stórt stríð og ósemju, at hetta hevði køvt øllum.
Tórshavnar Kommuna er og verður tann størsta kommunan í landinum, og hóast lítið bendir á, at kommunuskipanin í Føroyum verður búgvin til at yvirtaka nýggj málsøki í bræði, so vónar borgarstjórin í høvuðsstaðarkommununi, at kommunan fær meira sjálvræði í framtíðini.
- Sum er hava vit eitt íløguloft á umleið 60 milliónir. Tað er eftir mínum tykki nakað lítið, tá hugsað verður um, hvussu nógvar íløgur liggja á láni síðan kreppuárini, tá at kalla ongar nýíløgur vórðu gjørdar. Havnini vantar sum nevnt skúlastovur barnagarðspláss, frítíðarskúlapláss, eldrapláss og annað átrokandi, og samstundis mugu vit royna at menna vinnulívið í býnum við til dømis havnaútbygging. Hetta eru alt átrokandi íløgur, men við tí lofti, sum vit hava nú, ber ikki til at gera alt ísenn, sigur Leivur Hansen, og vísir á at Tórshavnar Kommuna í løtuni er før fyri at gera nógvar av átrokandi íløgunum, um bara landið loyvdi tí.
- Onkuntíð kundi eg ynskt mær eitt betur forstáilsi frá landsins síðu fyri teirri støðu, ið vit sum vakstrarkommuna standa í, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Leivur Hansen, og skeitir út ígjøgnum vindeyga frá skrivstovu síni, ið vendir beint ímóti Tinghúsunum. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.
Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.
Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.
Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.
Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.
Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.
Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.
Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.
Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.
Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.
Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.
Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.
Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk
okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.
"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.
Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.
J. Dahl