Vit høvdu týsdagin eina grein um nýggja bygningin hjá Høgna Danielsen, sum hevur steðgað byggingini, av tí, at Tórshavnar Býráð sýtir honum at byggja hóskandi ventilatiónshús.
Hóast Høgni fleiri ferðir hevur lagt nýggj uppskot um ventilatiónshús, vísir Býráðið øllum uppskotum aftur. Býráðið bindur seg í eina dekleratíonssemju, sum Býráðið og Høgni Danielsen gjørdu í 2001.
Ì tí semjuni verður heimila broytingum, so leingi kommunan góðkennir broytingarnar. Tá Høgni fór undir at projektera nýggja bygningin, vísti ventilatiónsfyritøkan Demich á, at ventilatiónshúsið mátti gerast størri enn avtala í dekleratiónssemjuni, um bygningurin skal hýsa so nógvum fólkum, sum ætlanin er.
Hóast Høgni fleiri reisur, í samráð við verkfrøðingar og arkitektar, er komin við broytingaruppskotum, so heldur Býráðið fast upp á dekleratiónssemjuna. Henda áhaldandi ósemja hevur havt við sær, at Høgni Danielsen hevur valt at steðga byggingini. Ein av ráðgevunum hjá Høgna Danielsen, sum ikki ynskir at verða navngivin, fer ikki væl við Býráðnum
? Tað verður týðuligur mismunur gjørdur á borgarunum í Tórshavnar Kommunu, tí fleiri dømi eru um persónar sum hava serligt tilknýti til einstakar býráðslimir, ið hava fingið skjóta og lætta viðgerð í býráðnum, sigur ráðgevin.
Hann vísir á, at kemur ikki ein skjót loysn á ósemjuni millum Tórshavnar
Býráð og Høgna Danielsen kann tað skjótt enda við einum kostnaðarmiklum sakarmáli.
-Í síðsta enda verður tað skattaborgarin í Tórshavnar Kommunu, sum má rinda fyri allar útreiðslurnar, sum Høgni Danielsen hevur í løtuni, orsaka av hann hevur noyddur at sleppa byggingini, sigur ráðgevin at enda.