Tórshavnar kommuna fær ikki húsið hjá Havnar Sjúkrakassa fyri serprís. Tað gjørdist greitt á fundi í sjúkakassanum herfyri. Samtykt varð í staðin at avtaka Havnar Sjúkrakassa, og at allar ognirnar skulu í ein serligan sjúkrakassagrunn, soleiðis sum avtalað er ímillum Heilsumálaráðið og allar sjúkrakassarnar í Føroyum. Grunnurin skal brúkast til at stuðla heilsufremjandi tiltøkum av ymiskum slagi.
Røddir vóru annars frammi um, at húsið hjá sjúkrakassanum skuldi latast Tórshavnar kommunu, sum síðani kundi gera tað til eitt trivnaðarhús. Talsfólkini fyri hesi loysnini hava víst á, at tað eru havnarfólk, sum hava goldið húsið, og tí eigur tað at fella aftur til havnarborgarar.
Trupulleikin hevur hinvegin verið, at húsið er virðismett til átta miljónir krónur, og so nógv vil Tórshavnar býráð ikki rinda fyri húsini. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, hevur sagt, at húsið eru í so ringum standi, at tað er ikki vert meiri enn tvær miljónir krónur, men á fundi í sjúkrakassanum hetta kvøldið, kundi hann kortini strekkja seg til tríggjar miljónir krónur.
Hetta vildi Heilsumálaráðið ikki góðtaka, og haðani vóru boðini, at verður húsið selt fyri undirprís, kann roknast við endurgjaldskravi ímóti nevnd og umboðsráðslimum í Havnar Sjúkrakassa.
Um tað var hetta, sum var avgerandi, skal vera ósagt, men í øllum førum fall uppskotið um at lata Tórshavnar kommunu sleppa at keypa húsið fyri serprís. Sostatt fer húsið nú í ætlaða sjúkrakassagrunnin, samstundis sum Havnar Sjúkrakassi er avtikin.
Ingrið Henriksen, umboðsráðslimur, sum vil hava, at Tórshavnar kommuna skal fáa húsið, sigur, at hon fer at heita á Heilsumálaráðið og Tórshavnar býráð um at taka upp samráðingar um húsið, so býráðið kann fáa tað til eitt trivnaðarhús.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, John Johannesen, hevur sagt, at tað kann ikki koma upp á tal, at Havnar Sjúkrakassi letur Tórshavnar býráði húsið hjá sjúkrakassanum fyri undirprís.?
Eitt sjónarmið hevur verið, at tað eru havnarborgarar, sum hava goldið húsið, og at tað tískil eigur at fella aftur til havnarfólk.
?- Ognirnar hjá sjúkrakassunum skulu í ein sjúkrakassagrunn, sum skal stuðla heilsufremjandi tiltøkum, og tað fer so sanniliga eisini at koma havnarborgarum til góðar akkurát, sum tað fer at koma øllum øðrum føroyingum til góða, staðfestir landsstýrismaðurin.?