Tórshavnar kommuna, ein sjálvsfíggjandi eind

Mangan hevur ljóðað, at Tórshavnar kommuna svimur í peningi, men er hetta so, tá til stykkis kemur.

 

Súsanna Dam

býráðslimur p.t.

Kommunan er í stórum vøkstri, og hevur bráðneyðugan tørv á útbygging á øllum hugsandi økjum. Málsetningurin hjá sitandi býráði er, at gjalda skuldina aftur so skjótt tilber, og síðani at gerast so væl konsoliderað, at kommunan megnar sjálv at fíggja sínar íløgur. Tórshavnar kommuna skal rekast soleiðis, at vit ongantíð aftur fara at uppliva, at skilaleysur politikkur og ósketni lemur handlifrælsið kommununar 4 - 5 tey næstu valskeiðini.

Ein málsetningur, sum sambandsflokkurin heilt og fult tekur undir við. Hagtøl meta, at her skulu útvegast pláss til einar 1.000 fólkaskúlanæmingar komandi 10 árini, tað sama sum einar 50 vanligar skúlastovur, afturat øllum øðrum, framtíðarskúlin fer at krevja. Eldraøkið, barnaansingin, umhvørvið, íbúðartrotið, og alt sum hoyrir til krevur íløgur. So um likviditeturin kanska er góður í løtuni, so er ikki talan um, at býráðið beinanvegin bara kann seta alt tað í verk, sum vit ynskja okkum. Her skal ein sera nágreinilig raðfesting til, áðrenn peningur verður játtaður til nýíløgur.

Veruleikin er soleiðis, at skattainntøkan komandi ár verður mett til 380 mill.kr. Raksturin kostar 275 mill. kr., og har ber illa til at fremja stórar broytingingar, uttan so at okkurt í dagliga rakstrinum steðgar upp. Harumframt sær út til at Løgtingið skúgvar nýggjar útreiðslur á kommununar, uttan at tær fáa vart seg fyri hesum.

Lánsgjald og rentur fara við einum 40 mill.kr. Uttan mun til tey mongu vallyftini, so er púra greitt, at kommunan sleppur at gera íløgur fyri umleið 65 mill. kr. og ikki fyri tíggjufalt hesa upphædd. Hetta eigur hvør einstakur veljari at gera sær greitt.

Valevni kunnu gjara út alt okkum lystir, men aftaná valið, skulu tey valdu seta seg niður, at býta tær umleið 65 mill. krónurnar eftir hvat tey kunnu samráða seg til, og tað er her, at býráðslimir skulu standa sína roynd, so at skattapeningurin verður nýttur so skynsamt, sum til ber.

Sum varalimur í býráðnum stóran part av brátt farna valskeiði havi eg verið limur í fíggjarnevndini og havi sæð, hvussu lætt tað kann vera at lata peningin streyma, uttan at borgarin fær sum best burturúr. Sambandflokkurin hevur altíð ført ein skilagóðan fíggjarpolitikk, tað fara bæði hann og valevni hansara framvegis at gera. Kommununi tørvar, sum helst ongantíð áður, at hava eina góða stýring av fíggjarviðurskiftum sínum.