Umvegis heimasíðuna, torshavn.fo, fer nú at bera til hjá borgarum at avgreiða ymisk ørindi á nýggju Sjálvavgreiðsluni Byrjað verður við barna- og ungdómsøkinum, har talan í fyrsta umfari er um barnaansing og frítíðarskúlar. Við Sjálvavgreiðsluni ber til at fylla út umsóknir innan barna- og ungdómsøkið, sum síðani beinleiðis av heimasíðuni verða sendar kommununi at avgreiða.
Longu nú ber til at søkja um pláss til dagansing, flyta barn frá dagstovni, søkja um farloyvi frá dagstovni og siga upp pláss á dagstovni, umframt at eisini ber til at melda børn til frítíðarskúla umvegis Sjálvavgreiðsluna.










