Tórshavnar Býráð vil ikki takast á bóli

Býráðið hevur samtykt at fáa greiði á, hvørji árin ein komandi oljuvinna fer at fáa á høvuðsstaðin

 

Oljuárin


Tórshavnar Býráð ætlar ikki verða tikið á bóli, tá ið oljan kemur og Havnin eisini verður oljuhøvuðsstaður.

Á býráðsfundi seinasta hósdag samtykti Býráðið at nú skuldi greiða fáast á, hvørja ávirkan ein komandi oljuvinna fer at fáa á lívið og viðurskiftini í Tórshavnar Kommuni.

Tað er umsitingin hjá býráðnum sum skal gera hetta arbeiði, men hon fær heimild til at taka sær serkøna hjálp.

Fyri summarfrítína næsta ár skal umsitingin verða liðug og geva Býráðnum eina frágreiðing um tey krøv, sum oljunnan fer at seta høvuðsstaðnum og um, hvørji árin oljunnan fer at hava á býin.

Tað var Jógvan Arge, býráðslimur, sum longu í summar legði uppskot fyri Býráðið um at seta hesar kanningar í verk.

Men tað, sum nú er samtykt, er bara ein viðfáningur av tí, sum hesin býráðslimurin úr minnilutanum legði upp til, tí hansara uppskot var nógv víðgongdari

Tað, Jógvan Arge skeyt upp, var, at Býráðið samtykti at seta ein stýringarbólk við 3-5 politikarum. Hesin stýrisbólkur skuldi so gera ein arbeiðssetning fyri tær kanningar, sum skuldi gerast av tí tørvi, sum oljuvinnan fer at fáa í Tórshavnar kommunu og tí árini, sum kann fáa á Tórshavnar Kommunu.

Harumframt skeyt hann upp, at seta eitt serkønt fólk, sum burturav skuldi standa fyri tí ítøkiliga arbeiðnum.

Samstundis skuldu setast arbeiðsbólkar av embætisfólkum og serkønum at viðgera tey ymsu málsøkini, eitt nú mentan, bústaðir, býarætlan, býarlív, havnaviðurskifti, ansingarstovnar, skúlar o.s.fr.


Savna vitanina

Tað var nógv kjak í býrðanum um málið, tá ið tað var til viðgerðar.

Jógvan Arge helt hetta málið vera so týdningarmikið, at hann kallaði tað kanska størsta mál, Tórshavnar Býráð nakrantíð hevði viðgjørt í allari hundrað ára gomlu søgu tess.

Men hesum var meirilutin í Býráðnum als ikki samdur um. Jan Christiansen, borgarstjóri, nevndi uppskotið eitt politiskt flopp og hann helt at tað var óneyðugt at gera so nógv av.

Hann vísti á, at Býráðið hevði longu bæði Aberdeen- og Stavangurnevnd, sum, saman við umsitingini, longu hevði sett seg væl og virðiliga inn í, hvønn tørv oljuvinnan fór at seta og, hvørji árini, hon fór at fáa. Tí helt hann, at tað var óneyðugt at brúka pening og orku til eitt so umfatandi arbeiði, sum Jógvan Arge skeyt upp.

Hinvegin helt Jógvan Arge, at tað var ikki nóg mikið, at umsitingin bara varð sett at at savna tað saman, sum hon longu visti frammanundan. Hann helt, at tað var neyðugt at gera veruligar, vísindaligar kanningar.

Hesum tók allur minnilutin undir við, tí tey vóru sannførd um, at oljvvinnan fór at fáa ógvuliga stóra ávirkan á Havnina sum høvuðsstað.

Borgarstjórin, Jan Christiansen metti hinvegin, at politikarar vóru komandi og farandi og at tað, sum hevði týdning, var, at umsitingin hevði dyggan kunnleika og tað var hetta, sum uppskotið hjá meirilutanum miðjaði ímóti.

Tá málið so kom til atkvøðugreiðslu, fekk uppskotið hjá minnilutanum fimm atkvøður fyri og átta ímóti og fall sostatt. Síðani varð atkvøtt um tað minni víðgongda uppskotið frá meirilutanum og tað varð samtykt við øllum 13 atkvøðunum í býráðnum.

Sostatt atkvøddi eisini minniluti fyri við teirri áskoðan, at eitt sindur var betri enn onki.