Tórshavnar Býráð ætlar at keypa Marinustøðina

- Ætlanin er at brúka hana til okkurt endamál á eldraøkinum, antin til ellisheim, til sambýli, ella okkurt annað í tí sambandinum

Um eini tvey, trý ár verður Marinustøðin í Havn kanska ellisheim. Í Hvussu so er hevur ætlar Tórshavnar Býráð at vita, um tað ikki er møguleiki at keypa Marinustøðina.

Eftir, hvat skilst á keldum, sum vit hava tosað við, er ætlanin hjá Býráðnum at brúka Marinustøðina til okkurt endamál á eldraøkinum.

Hon kann antin gerast til ellisheim, til eldrasambýli, til røktarheim, til dagtilhald, ella til eitt heim til fólk í barndømi, ella til okkurt annað innan eldraøkið.

Hildið verður, at Marinustøðin er avbera væl hóskandi til endamálið.

Fá hús liggja so væl fyri í Havnini, sum Marinustøðin við Hoyvíksvegin. Hon liggur mitt í Havnini, men tó sera frítt fyri á einum stórum stykki, beint við Hoyvíkstjørn. Sjálvt grundstykkið er einar 6.000 fermetrar stórt, men so liggur alt fríøkið við Hoyvíkstjørn uppat.

Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.

Men hann váttar tó, at Tórshavnar Býráð liggur framvið at ogna sær Marinustøðina. Og hann sigur eisini, at Býráðið er so áhugað í marinustøðimni, at tað er sinnað at strekkja seg langt fyri at fáa fatur á henni.

Men hann vil ikki siga nakað um, hvat Býráðið ætlar at brúka hana ti, um tað eydnast at keypa hana


Til sølu um tvey ár

Tað er í øllum førum greitt, at Marinustøðin verður til sølu um eini tvey ár.

Ætlanin er, at Færøernes Kommando við Hoyvíksvegin og Flyvestation Thorshavn í Mjórkadali skulu leggjast saman.

Ætlanin er, at báðar støðirnar skulu verða verða lagdar saman 1. januar 2001, tvs. um ein góðan mánaða ár.

Síðani er ætlanin at byggja um í Mjørkadali. Tann umbyggingin verður væntandi liðug á sumri 2002 og tá skal manningin á Marinustøðini flyta niðan í Mjørkadal.

-Tá útbyggingin er liðug, verður Marinustøðin í Havn lýst til sølu og hon verður seld hægstbjóðandi, sigur Eli Lyngvej Larsen, sum er tíðindatalsmaður á Marinustøðini.


Fáa kapping

Men tað skilst eisini, at Býráðið fær kapping í royndunum at ogna sær Marinustøðina.

Tað er Forsvarets Bygningstjeneste, sum selur ognina.

Og tað frættist, at í hvussu so er Fútin og politiið eisini ætla at fáa fatur Marinustøðina, tí ætlanine r at brúka hana til skrivstovur og umsiting.

Tað eydnaðist ikki at fáa hettaváttað, tí hvørki fútin, ella nakar annar, sum kundi siga nakað um málið, vóru at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar