Fyrstu nevndarfundir-nir hjá nýggja býráð-num í Havn verða hildnir hesa vikuna.
Fyrsta nevndin at hava fund var byggi- og býarskipanar-nevndin, sum mánadagin einmælt valdi Jógvan Arge úr tjóð-veldisflokkinum til formann. Elin Linden-skov úr javnaðarflokk-inum varð vald til næstfomann uttan mótvalevni.
Hinir limirnir í byggi og býarskipan-arnevndini eru Leivur Hansen úr tjóðveld-is-flokkinum og Sjúrður Olsen og Bjarti Mohr úr fólkaflokkinum.
Havnarnevndin hevði eisini sín fyrsta fund mánadagin. Á hesum fundi varð Leivur Hansen einmælt valdur til for-mann og Hildur Eyð-unsdóttir til næstfor-mann. Tey eru bæði úr tjóðveldisflokkinum.
Hinir limirnir í havnanevndini eru Marin Katrina Frýdal út tjóðveldisflokkinum og Bjarti Mohr og Annika Olsen, bæði úr fólkaflokkinum.
Hetta er fyrsta ferð-in, kvinnur hava meiri-lutan í havnarnevndini.
Býráðsnevndirnar halda fram at skipa seg í dag. Seinnapartin verður fyrst fundur í sosialu nevnd og síð-ani í teknisku nevnd. Mentamálanevndin hevur fund mikudagin og heilsu- og um-hvørvisnevndin hós-dagin.