Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at selja deksbátin, Fram, sum býráðið annars hvur átt í nøkur ár
Býráðið keypti hann annars í 2011 fyri 700.000 krónur.
Fram er ein træbátur, sum er bygdur í 1921 og sostatt verður hann 100 ár um fýra ár. Í 2011 keypti býráðið hann og í fyrstuni varð hann hildin og varð annars brúktur til mangt og hvat, eitt nú umboðaði hann Havnina á bátastevnum, umframt at hann hevur verið opin fyri almenninginginum á ólavsøku.
Men í seinastuni er hann ikki hildin, og er nú so illa farin, at tað kostar 1,3 milliónir at gera hann aftur. Tí hevur býráðið nú samtykt at selja hann.
Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, helt ikki, at Fram skuldi seljast, tí hann vildi heldur, at ein avtala varð gjørd við onkran áhugabólk um at halda hann og reka hann. Tað kundi verið skótar, ella onkur annar, og ein treyt skal so eisini vera, at hann framhaldandi hevur heimstað í Havnini.
– Tað er synd at lata hann fara, tí tað eru ógvuliga fáir bátar eftir av hesum slagnum og tað hevði verið virðligt fyri býráðið at syrgt fyri, at hann verður varðveittur. Men nú kann vandin vera, at hann forferst heilt.
Gunvør Balle spurdi, hví undanfarna býráð ongi stig tók fyri at bjarga bátinum, og tað er eisini ein spurningur, hvat kommunalt virksemi skal fevna um, og hvat ein kommuna skal eiga.
Bogi Andreasen heldur ikki, at tað er uppgávan hjá eini kommunu at vera reiðari og at eiga og reka ein bát.
Men nú hevur býráðið so samtykt at lýsa hann til sølu, hóast býráðslimir halda, at tað verður sera harmiligt, skuldi tað hent, at hann fer av landinum.
Somuleiðis varð upplýst á býráðsfundinum, at felagið Føroysk Træseglskip meta, at Fram er eitt skip, sum er vert at varðveita.