Hugskotið at byggja nýggjan musikkskúla í Havn hevur røtur langt aftur í tíðina. Verkætlanin hevur verið á skrá til fleiri býráðsval, og flestu politikkarar hava sagt seg vilja arbeiða fyri verkætlanini - í hvussu er í valstríðnum.
Tað vísir seg hóast hetta at vera sera trupult at fáa verkætlanina við nýggjum musikkskúla førda út í lívið.
Í løtuni liggur eitt liðugt uppskot klárt á Vaglinum, eitt uppskot, sum er lagt til rættis niður í minsta smálut - men einki hendir. Til ber ikki at fáa samband við avvarðandi politikkarar ella umsiting Tórshavnar Býráðs, hvørki tá viðvíkur kunning ella ynski um fund um málið.
Hettar er ein ørkymlandi støða at vera í! At Býráðið og umsiting tess ikki vilja samskifta og kunna um eitt so stórt og týdningarmikið mál er ikki sørt ófrættakent.
Spurningurin er so, um Tórshavnar Býráð í heila tikið ynskir at føra verkætlanina við nýggjum musikkskúla í høvuðsstaðnum út í lívið? Ella bara brúkar hettar so framskygda mál til egnan fyrimun - at sóla sær í?
Í fleiri førum hava býráðspolitikkarar lovað, at nýggi musikkskúlin skuldi standa klárur innan fá ár. Harafturat hava fleiri framløgur verið, sum býráðspolitikkarar hava staðið á odda fyri, og sum hava víst á, hvussu arbeiðið skal gerast, og hvør tíðarætlanin er.
Nógvur peningur – skattaborgarans peningur – er longu brúktur til verkætlanina, og harafturat tíð og orka hjá musikkskúlanum sjálvum, arkitektum, fylgibólki, musikkskúlanevnd og umsiting Tórshavnar Býráðs.
At einki hendir er ein vanvirðing av teimum, sum undir sera vánaligum umstøðum royna at gera eitt dygdar arbeiði við at geva komandi ættarliðum gott í beinið.
Tórshavnar Musikkskúli gongur undan á so nógvum økjum, men hevur veruliga tørv á nýggjum og framkomnum hølum til virksemið. At Býráðið ikki sær álvaran í hesi støðu, men ístaðin súltar verkætlanina um bygging av nýggjum musikkskúla er at lata salt í sárið hjá teimum, sum vilja musikkskúlanum væl.
Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs hevur sum aðalmál at arbeiða fyri musikkskúlanum í breiðari merking. Nevndin hevur staðiliga roynt at fáa fund við Býráðið um málið, men einki frættist av Vaglinum - tøgnin valdar!
Spurningurin er, um Tórshavnar Býráð veruliga ynskir ein nýggjan musikkskúla, ella um vælviljin fyri musikkskúlanum bara er ein glæntrileikur og eitt gylt høvi hjá býráðslimum at breggja sær av 4. hvørt ár ?
Musikkskúlanevndin, sum Tórshavnar býráð hevur valt, er ørkymlað og ynskir at fáa greitt at vita, hvør støðan er, og hvar málið liggur.
Nú er nokk bíðað, nú má okkurt henda !