Tórshavnar Býráð niðurlagar Kommunuskúlan

Í longri tíð hava lærarar, næmingar og foreldur kent seg ótrygg við støðuna viðvíkjandi, hvussu verður við 10. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla næsta skúlaár.

Ótryggleikin stavar frá tí avgerð, sum býráðið hevur tikið um at flyta allar 10. floksnæmingar í Eysturskúlan, henda avgerð er grundað á eina meirilutatilráðing í einum áliti frá nevnd, sum varð sett at koma við tilráðingum um framtíðar skúlan í høvuðsstaðnum. Tilráðingin segði, at best var um allir 10. floksnæmingar komu at ganga á einum staði við egnari leiðslu og egnum hølum. Ætlanin var at skipa henda depilin í samstarv við nýggja miðnámsdepilin í Marknagili.
Sjálvt um grundarlagið undir tilráðingini nú er burtur, heldur býráðssamgongan fast við avgerðina: Bert at bjóða 10. flokk á Eysturskúlanum, og nú koma eisini onnur argumentir fram, sum als onki hald er í:
Býráðið sigur: Tað verður ov kostnaðarmikið at umvæla Kommunuskúlan, so 10. flokkur kann hýsast har.
Allir býráðslimir eiga at minnast til, at Kommunuskúlin er umfataður av einari heildarætlan, sum arbeiðseftirlitið kravdi varð sett í verk. Heildarætlanin er løgd fram, men síðan er bert hent tað, at tann mest niðurslitni parturin av Kommunuskúlanum er enn meiri slitin. Tá 10. flokkur ikki longur er í Kommunuskúlanum, fara næmingarnir í Skt. Frants Skúla neyvan hagar í framhaldsdeild. At skifta skúla fleiri ferðir gevur ikki nakra meining. Hendir hetta, verða 4 flokkar færri í Tórshavnar Kommunuskúla, t.v.s. at talan verður um 200 næmingar færri. Í ringasta føri kann hetta eisini fáa fleiri foreldur at aftra seg við at senda børn í Kommunuskúlan, og so hava vit ta fullkomnu niðurlaðingina. Býráðið sleppur undan at gera ábøtur og umvælingar fyri fleiri milliónir krónur og kunnu ístaðin ríva skúlan niður og byggja okkurt, sum kann standa sum ein varði yvir sitandi býráðssamgongu.
Tí havi eg hesar spurningar til býráðssamgonguna:
Verða tær alneyðugu umvælingarnar og ábøturnar í Kommunuskúlanum ikki framdar, tá 10. flokkur er fluttur inn í Eysturskúlan?
Hava hinir næmingarnir í skúlanum ikki eisini tørv á, at umvælingarnar verða framdar?
Hava foreldrini ikki krav uppá, at teirra børn ganga í einum skúla, har fysisku karmarnir eru í lagi?
Hevur býráðið útrokningar, sum vísa, at ein 10. floksnæmingur í Eysturskúlanum kostar minni enn ein í Kommunuskúlanum?
Skal alt arbeiði, sum hevur verið lagt í at byggja 10. flokk upp til nakað, sum næmingar, foreldur og lærarar eru nøgd við, bara verða sópað til viks sum óneyðugt, námsfrøðiligt fjas?
Hví eru hvørki foreldur, lærarar ella næmingar hoyrd í hesum málinum?
Er býráðssamgongan misnøgd við leiðslu og lærarar í Kommunuskúlanum?
Hava lærarar og leiðsla í Kommunuskúlanum ikki gjørt teirra skyldur?
Er tað í roynd og veru ikki soleiðis, at Býráðið hevur tikið eina avgerð, og tvíheldur um hesa, sjálvt um fleiri í samgonguni ikki hava nakað veruligt argument fyri hesum?
Hevur býráðið tørv á at vísa sítt vald á ein ella annan hátt?
Hevur býráðið gloymt tey góðu úrslit, sum næmingar í Kommunuskúlanum hava fingið í kanningum og kappingum av ymsum slag?
Hevur býráðið gjørt sær greitt, at myndin av røskum og dugnaligum ungdómi í miðbýnum fer at hvørva, um henda ætlan gerst veruleiki.
Til seinast: Tað er skilagott av býráðnum at halda seg til minnilutatilráðingina og hava tveir 10. floks-deplar í kommununi, meðan bíðað verður eftir tí eina stóra deplinum við egnum bygningum, lærarum og leiðslu.
Varðveitið Tórshavnar Kommunuskúla.