ELDRADAGUR
Tá eldradagurin varð settur á parkeringsplássinum millum Hotel Tórshavn og Posthúskjallaran um 10-tíðinda seinasta fríggjamorgun, helt Marita Arge Magnussen røðu. Hon vísti á, at hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri eldradegi í Havn.
- Í fjør helt formaðurin røðu, har hann greiddi frá um eldradagin og eldraráðið.
Marita vísti á, at eldradagurin er sambært ST-viðtøkunum hin 1. oktober, men av praktiskum orsøkum verður dagurin í ár hildin hin 30. september.
- Eldraráðið er valt av borgarum í Tórshavnar kommunu, sum høvdu fylt 60 ár valdagin. Fyrsta valið var í 2006, og núsitandi Eldraráð er valt í 2009 og situr sostatt á øðrum ári.
Marita Arge Magnussen segði í røðu síni, at hon sjálv var formaður fyrstu trý árini, og nú er Mortan Rasmussen formaður.
Hann er uttanlands, og tí er tað eg, sum havi fingin lutin at siga nøkur orð.
Gott arbeiðslag
Røðarin á eldradegnum helt fyri, at skal hon siga nakað um arbeiðslagið í eldraráðnum, so er tað sera gott.
- Men tá tað kemur til Tórshavnar kommunu kunnu vit tíverri ikki siga tað sama. Sambært viðtøkunum, sum eru gjørdar av býráðnum, eru tær orðaðar eftir donsku lógini um ”Ældreråd”, men við teirri broyting, at har danir í lógini brúka orðið ”skal”, hevur býráðið í viðtøkunum valt at brúka orðið ”kann”, tá talan er um at spyrja eldraráðið til ráðs.
Marita segði, hetta ”kann”, sum er broytt frá ”skal”, hevur higartil havt tað úrslit, at eingin fyrispurningur enn er komin frá býráðnum til eldraráðið.
- Ein – og bert ein – fyrispurningur frá eldraráðnum til býráðið er svaraður. Tað var, tá eldraráðið skeyt upp, at eldradagurin bleiv hildin. Ikki tí, at eldraráðið ikki hevur verið virkið. Okkara nógvu skriv til býráðið verða als ikki svarað, og vit fáa heldur ikki at vita, hvar skrivini fara til viðgerðar – um tey fara, legði hon aftrat.
Virkið ráð
Marita Arge Magnussen segði, tá hon helt røðu á eldradegnum, at eldraráðið als ikki hevur ligið á teirri løtu síðuni.
- Fyri nøkrum árum síðan, tá eldraráðið var sera nógv forsømt, bæði av landi og kommunu, gjørdi ráðið eina kanning av bústaðarviðurskiftum og øðrum, sum varð latin formanninum í sosialu nevnd býráðsins. Í fylgi kanningini var eisini ein tilráðing um, hvat eldraráðið mælir til at gera. Men vit hoyrdu als einki aftur! Legði hon aftrat.
Marita vísti á, at fleiri slíkar kanningar hava verið gjørdar. Seinast var í ár. Haldi, hon varð skipað av Útnorðurráðnum.
- Úrslitið var júst hitt sama, sum allar frammanundan gjørdar kanningar vístu – og politkararnir søgdu júst tað sama, sum sagt varð frammanundan, legði hon aftrat.
Havt ávirkan
Men tað almenna trýstið hevur kortini havt sína ávirkan.
- Ein neyðug bygging, kallað ”Á Boðaneshamri”, frá 2007 við íbúðum á 60 og 70 fermetrum er órørd enn, men niðan fyri – á trøðini hjá Júst Sivertsen – er stór bygging í gongd. Tað løgna er tó, at eldraráðið hóast umbøn um hetta IKKI slapp at síggja og sostatt at gera viðmerkingar til ætlanina.
Marita segði, at tey vistu ikki, hvat býráðið ætlaði fyrr enn, eftir at tíðindini um verkætlanina høvdu staðið í bløðunum.
Hon vísti eisini á, at nú frættist eisini í fjølmiðlunum, at allir limirnir í sosialu nevnd býráðsins vóru í Danmark fyri at seta seg inn í viðurskiftini hjá teimum gomlu har.
- Eldraráðið í Havn visti ikki um hetta, og heldur ikki var nakar í eldraráðnum boðin við, legði hon aftrat.
Ikki grenj
Í røðu síni helt Marita Arge Magnussen fyri, at hennara orð á eldradegnum vónandi ikki skulu takast fyri tað bera grenj.
- Eg fari at enda við at siga, at bøtt verður mikið um viðurskiftini hjá teimum eldru í kommununi – tíbetur – men okkara áheitan á eldradegnum 2011 um betri samstarv millum kommununa og eldraráðið er tíverri ikki gingin á møti.
Hon endaði við at vísa á, at nú verður alt eldraøkið lagt til kommunurnar at umsita.
- Tí er tað okkara áheitan: Gerið sum øll hini norðurlondini – setið eldraráð í øllum kommunum og setið viðtøkurnar í lógina, segði Marita Arge Rasmussen, sum umboðaði eldraráðið í Tórshavnar kommunu, tá hon helt røðu á eldradegnum í Havn seinasta fríggjadag.