Tórhavnar Kommuna hevur nú fingið nýggjan Tekniskan stjóra. Tey hava ongan fastan stjóra havt síðani Mikael Viderø fór frá í 2017.
Tey hava roynt at søkt og nú eydnaðist at seta starvið. Nýggi tekniski stjórin er Bogi Jacobsen. Hann er 53 ára gamal og civilverkfrøðingur, umframt at hann hevur diplomprógv í byggiharraførleika.
Tað var ein samd setanarnevnd sum mælti til at seta hann í starvi.
Seinastu sjey árini hevur Bogi Jacobsen verið tekniskur leiðari á Bústøðum, og frammanundan tað, var hann í mong ár stjóri á KT-virkinum, Munin, sum hann sjálvur stovnaði og bygdi upp.
Hann hevur eisini arbeitt í politiskum umhvørvi í umfatandi samstarvi við kommunur og vinnuna, sigur býráðið í eini fráboðan í kvøld.
Tað vóri 13 umsóknir til starvið.