Tórshavnar Býráð skal ikki hava nakað samstarv við venjingarmiðstøðir og feløg annars, sum ikki vilja samstarva um doping. Tað er eitt mál, Tórshavnar Býráð nú skal taka støðu til.
Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, er støðugt í hernað ímóti doping og nú vil ÍSF eisini hava, at Tórshavnar Býráð tekur lógvatak saman við teimum um at forða fyri doping í ítrótti, bæði í kappingarítrótti og í motiónsítrótti.
Í hesum sambandi hevur ÍSF gjørt avtalu við fleiri venjingarmiðstøðir, men tey vilja hava allar við.
Nógv ítróttarfólk hava sína dagligu gongd í venjingarmiðstøðunum og ÍSF hevur stóran áhuga í, at tey hava sunnar og tryggar umstøður, sigur býráðið
Í tí sambandi heitir ÍSF á øll sersambond, og øll ítróttafeløg um bara at venja í teimum venjingarmiðstøðum, ið hava eina samstarvsavtalu við dopingar-eftirlitið.
Tvørmegi var tann fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum, sum gjørdi eina samstarvsavtalu um doping og síðani eru fleiri komnar afturat.
Tær venjingarmiðstøðir, sum hava samstarvsavtalu um dopin, eru:
Tvørmegi CrossFit
Vælvera Fitness
Fullpower Føroyar – í Klaksvík og Runavík
Íðka – í Klaksvík
Orka Fitness – á Tvøroyri
Yndifitness – í Havn
Burn
Men samstundis verður boðað frá, at á eldraøkinum hevur Tórshavnar Kommuna samstarvsavtalu við venjingarmiðstøð, ið ikki hevur gjørt avtalu við ÍSF um anti-doping.
Sambært upplýsingum hjá ÍSF er tað nú bara ein venjingarmiðstøð í Tórshavnar kommunu, ið ikki er við í anti-doping skipanini, og nú skal býráðið so taka støðu til, um bara at samstarvið við venjingarmiðstøðina, sum samstarvar um doping.
Og tað er alt, sum bendir á, at hetta verður samtykt í býráðnum, tí tær nevndir í býráðnum, sum hava viðgjørt tað, taka undir við tí.