- Fìggjarkarmurin hjá Tórshavnar Býráð verður nógv størri enn eg haldi, at vit høvdu avtalu um.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum heldur ikki, at Tórshavnar Kommuna hevur hildið seg til semjuna, sum varð gjørd í summar ímillum landsstýrið og kommunurnar, tí íløgurnar eru væl omanfyri tað, sum avtalan var.
Eisini hann heldur, at fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommuna veksur so nógv næsta ár, at hann ivast í um tað ber til at seta alt í verk, sum ætlanin er.
- Tá ið so nógv verður lagt fyri, er tað harafturat tann vansin, at stýringin ikki verður nóg neyv.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað er onki, sum landsstýrið kann gera nakað við málið, soleiðis, sum Magni Laksáfoss leggur upp til í hinari greinini her á síðuni.
Hinvegin staðfestir hann samstundis, at tað, sum ørkymlar hann enn meiri, er, at ójavnin, ella “stættarmunurin” ímillum meginøkið og útjaðaran bara veksur og veksur.
- Tað, sum órógvar meg mest, er ikki tað, at Tórshavnar Kommuna ger tær íløgur, hon ætlar sær, tí tað hevur hon hevur rættiliga stórt rásarrúm at gera íløgur uttan at fara útum karmarnar í kommunulógini. Tað, sum órógvar meg mest, er, at munurin ímillum økini alsamt veksur. Eitt nú mátti Vágs Kommuna biðja um avdráttarskáa fyri at nøkta ein grundleggjandi tørv sum barnaansingin er, samstundis sum Tórshavnar Kommuna hevur speedaran í botni.
- Tí er ójavnin ímillum økini við at skeiklast enn meiri enn hann longu er skeiklaður.
Samstundis endurtekur hann, at eftir hansara tykki, er tað ein fortreyt fyri økismenning, at Suðuroy, Sandoy, og onnur øki við, verða ein savnandi eind fyri at tað skal bera til at gera heildarloysnir.
- Men skulu økini mennast, er tað eisini neyðugt at økini hava eitt fíggjarligt rásarrúm og tí er neyðugt við eini heildarætlan við ábyrgdarbýti og útjavning.
Tí heldur landsstýrismaðurin í innlendismálum, at tað er meiri átrokandi enn nakrantíð at fáa eina endaliga avgerð um uppgávu-og ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar og at seta eina útjavningarskipan í verk.
Kortini ásannar hann, at hetta er ikki á politisku dagsskránni hjá hesi samgonguni og er tað torført at taka málið upp nú.
- Og hinvegin kunnu vit ikki krevja, at Tórshavnar Kommuna skal seta seg upp afturá at bíða, til landspolitikarar eru komnir til eina niðurstøðu á økinum, tí henni hava vit bíðað eftir leingi.
Men hóast Tórshavnar kommuna hevur tørv á at gera íløgur, haldi eg, at tey hava spent bogan rættiliga hart og tí hevði ein hóvligari framferð verið ynskilig, sigur Jacob Vestergaard