Tórshavnar Býráð

Undirritaði loyvir sær hervið at bera eina hjartans tøkk til Tórshavnar býráð. Tøkkin er eisini galdandi teim, ið sótu í undanfarna býráði.

 

Hanna Lisberg

Tórshavn 05.05.01

??????????????????


Undirritaði loyvir sær hervið at bera eina hjartans tøkk til Tórshavnar býráð. Tøkkin er eisini galdandi teim, ið sótu í undanfarna býráði.

Fyrst vil eg taka fram eldraálitið, sum viðgjørdi øll møgulig viðurskifti hjá gomlum fólki í kommununi. Ása á Mýrini gjørdi eitt ótrúliga stórt og gott kanningararbeiði fyri býráðið. Hetta er m.a. grundarlagið undir tí arbeiðið, ið er farið fram.

Tað fyrsta, sum varð staðfest og samtykt (einmælt) var, at húsini, ið ?Tilhaldið" heldur til í - stásiligi gamli Føroya Banki - gjørdist ogn okkara gomlu í kommununi.

Eg vildi ynskt, at tit vistu, hvussu væl hetta er móttikið. Nógv fólk hava fingið tað nógv betur, tí einsemisband er slitið - vit hitta nógv fólk sum okkum dámar at vera saman við - práta við - hugna okkum við o.s.fr.

Sagt varð á býráðsfundinum, at alt kundi ikki fremjast í senn, men so líðandi.

Kortini hava tit gjørt eitt satt bragd aftrat: Tað, at tit tóku tað stóra takið at keypa Marinustøðina, sum skal verða fyri gomlu fólkini í kommununi.

Og at tit hava sett hasa nevndina er frálíkt.

Eg kenni tey og veit, at hjartað er á røttum stað.

Eg ynski teim tað allarbesta við arbeiðinum. Tey hava øll góðar royndir á tí sosiala økinum.

Annars hoyra vit alt ov ofta: tey gomlu eru so nógv í tali - hvør skal gjalda o.s.fr.

Hvat billa tit tykkum inn??

So seint sum næstseinasta dagin, løgtingið var saman stóð landsstýrismaður og gramdi seg um hetta. Hann og hini, sum ilskast inn á okkum, skulu vita, at hava vit lív og heilsuna, so fara vit á val um eitt ár.

Vit hava eisini nógvar atkvøður, og vit lata ikki atkvøður til teira, sum ?vilja av við okkum" - tí vit eru ein tung byrða fyri samfelagið - Livst so spyrst.

Aftur til býráðið! Tit hava víst, at tit vilja gera nakað. Enn er ikki komið á mál, men eg ivist onga løtu í, at tit halda fram at bøta um.

Munur er á ?monnum". Enn einaferð takk!

Tað skal vera gott at verða gamal í Havn.


PS. Í kommununi eru nú 1800 fólk yvir 66 ár.