Tórshavn árið 1900

Flaggdagin 25. apríl verður ein nýggj bók hjá Birgari Johannessen løgd fram í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Talan er um bókina ?Tórshavn árið 1900?, ið snýr seg um Havnina ár 1900. Tað er serliga søgan um tey 49 fólkini, sum fødd vórðu í Havn hetta árið. Hvat tey fingust við, hvaðani komu, foreldur teirra, hvør makin var, og hvussu nógv børn hesi áttu.

Bókin ?Tórshavn árið 1900? er 111 síður, og eru í bókini 89 myndir. Bókin hevur fullfíggjað navnayvirlit yvir fólka, skipa- og staðarnøvn. Meginparturin av tilfarinum í bókini hevur ongantíð fyrr staðið á prenti.

Tað sum ger útgávudagin sermerktan er, at fleiri av børnunum hjá teimum, sum fødd vóru í Havn í 1900, verða til staðar í Tilhaldinum útgávudagin.

Bókin, sum verður løgd fram flaggdagin millum kl. 14 og 18, fæst eisini í bókahandlunum.