Komandi vikuskifti verður stór badmintonkapping í badmintonhøllini í Havn.
Kappingin nevnist Tórshavn Open, og fenir hon um allar aldusbólkar hjá bæði dreingjum og gentum, so ivaleyst verða nógvir dystir, sum skulu avgreiðast um vikuskiftið.
Byrja leygardagin
Fyri at fáa allar dystirnar fra hondini, verður byrja longu leygarmorgunin kl. 10.30, tá tey smæstu, t.v.s gentur og dreingir yngri enn 10 ár, skulu møta.
Klokkan 13.00 verður sett hol á bólkarnar hjá gentum og dreingjum 10-12 ár, og kl. 15.00 skulu tey 12-14 ára gomlu vera til reiðar at fara á vøllin.
Seinastu kappingarnar leygardagin, eru tær hjá teimum 14-16 ára gomlu, og byrja hesi at spæla kl. 16.30.
Sostatt skuldi verið liðugt at leikt um nátturðatíð, soleiðis at øll kunnu koma heim til hús, áðrenn alt ov langt er liðið úr á kvøldið.
Tey vaksnu
Sunnudagin skulu unglingar og vaksin royna seg, og verður byrjað kl. 13.00, tá mans- og kvinnuunglingar byrja sínar dystir.
Eftir hetta, t.v.s. klokkan 14.00 er so tíðin komin til, at tey vaksnu skulu á vøllin.
Seinasta ár vunnu Erland Poulsen og Gudrun Jacobsen úr HBF kappingarnar hjá teimum vaksnu, og yvirhøvur hevur tað verið HBF, sum hevur dominerað badmintonkappingarnar seinastu árini.
Tó so, tað eru eisini aðra staðni í landinum, at nógv verður lagt fyri í hesum sambandi, og eitt nú hevur Strálan staðið seg væl á kvinnusíðuni seinastu árini.
Tað er tó serliga í yngru deildunum, at onnur feløg eru farin at gera um seg, og seinasta ár vóru eisini vinnarar úr Vestmanna og Fuglafirði at síggja, tá heiðursmerkini í Tórshavn Open skuldu latast.
Vinnarar seinasta ár
Finaluluttakararnir á seinastu Tórshavn Open framganga niðanfyri. So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer hesu ferð.
Gentur undir 10 ár:
Nr. 1 Annika Poulsen, VÍF
Nr. 2 Durita Danielsen, VÍF
Dreingir undir 10 ár:
Nr. 1 Reidar Luid, HBF
Nr. 2 John André Niclasen, VÍF
Gentur 10-12 ár:
Nr. 1 Jenny Nielsen, VÍF
Nr. 2 Christina Ericsen, VÍF
Dreingir 10-12 ár:
Nr. 1 Jákup á Lakjuni, ÍF
Nr. 2 Niclas Eysturoy, HBF
Gentur 12-14 ár:
Nr. 1 Ida Jolm Berner, HBF
Nr. 2 Margit Durhuus, VÍF
Dreingir 12-14 ár:
Nr. 1 Thomas Hans Rubeksen, HBF
Nr. 2 Karl Jóhann Djurhuus, VÍF
Gentur 14-16 ár:
Nr. 1 Elin Hansen, HBF
Nr. 2 Gudrun Poulsen, VÍF
Dreingir 14-16 ár:
Nr. 1 Bjartur Lamhauge, HBF
Nr. 2 Hanus Eliasen, ÍF
Kvinnuunglingar:
Nr. 1 Hjørdis Klein, HBF
Nr. 2 Annbritt Jensen, HBF
Mansunglingar:
Nr. 1 Hergeir Staksberg, HBF
Nr. 2 Andras Jógvansson, HBF
Meistaradeild, kvinnur:
Nr. 1 Gudrun Jacobsen, HBF
Nr. 2 Ingun Hansen, Strálan
Meistaradeild, menn:
Nr. 1 Erland Poulsen, HBF
Nr. 2 Ragnar Magnussen, HBF