"Tórshavn Open" í dart í Eysturskúlanum (FM1)

(FM1) Hoyr Una Árting, dartspælara og fyrireikara greiða frá "Tórshavn Open" í dart

Hetta vikuskiftið verður afturvendandi dartkappingin Tórshavn Open hildin í Eysturskúlanum. Hendan kappingin er størsta opna kappingin í Føroyska dartkalendaranum, og fleiri útlendskir dartspælarar leita sær nú eisini til Føroyar at kappast. Í ár eru umleið 15 útlendskir gestir við frá Íslandi, Svøríki og Danmark. 

 

 

Havnar Dartfelag arbeiðir við ætlanunum at menna hesa kapping enn meira, og í ár hevur Tórshavnar Kommuna givið stuðul til at gera nýggjar banar at spæla á. Hetta er alt saman liður í at fáa kappingini altjóða góðkenning í komandi árum.

 

 

Byrjað verður longu fríggjakvøldið við fyrilestri við heitinum  “Blív betur - Hvussu kanst tú økja títt avrik í Dart, við tilvitni um tín mentala kapasitet”. 

 

 

Tað eru Havnar Dartfelag og Dartsamband Føroya, ið skipa fyri fyrilestrinum, sum verður í auluni í Eysturskúlanum fríggjakvøldið 15. mars klokkan 18. Fyrilesturin er málrættaður dartspælinum, men sagt verður eisini, at hann kann eisini brúkast hjá øðrum ítróttargreinum. Fyrilesturin er ókeypis, og Havnar Dartfelag og Dartsamabndið siga, at øll áhugaði eru vælkomin.

 

 

Fyrilestrahaldari er Rigmor Napoleonsdóttir Arge, ið bæði hevur útbúgving og royndir innan ítrótt og sálarfrøði. Hon fer at greiða frá hvussu dartspælarar kunna arbeiða málrættað við mentala partinum av dartspælinum. Høvið verður eisini at seta spurningar um ymiskt hesum viðvíkjandi.

 

 

Klokkan 19 fríggjakvøldið byrjar so fyrsta kappingin.Tá er sokallað “Warm-up” kapping á skránni. Leygardagin klokkan 11 verða einstaklingakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum á skránni, og har eru longu eini 60 fólk melda til.

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Una Árting, dartspælara og fyrireikara greiða frá "Tórshavn Open" í dart í samrøðu við Trónd Arge í sendingini SportBoxin á FM1.