Um vikuskiftið verður skipað fyri stórari badmintonkapping í Havn, nevnd Tórshavn Open ?98.
Hetta er ein afturvendandi kapping, sum hevur verið í nøkur ár, og aftur í ár vera tað sera nógvir luttakarar, sum fara at kappast.
Leygardagin verður byrjað kl. 11, tá gentur og dreingir 14-16 ár leggja fyri, saman við unglingum, meðan vaksin møta kl. 14.
Sunnudagin eru tað tey smærru børnini. Gentur og dreingir undir 10 ár møta kl. 13, saman við gentum og dreingjum 10-12 ár, meðan gentur og dreingir 12-14 ár møta kl. 15.30.
Kappast verður bara í einmansleiki.
Altjóða kapping
Annars var ætlanin at skipa Tórshavn Open sum opna altjóða kapping í ár.
Seinasta vetur vórðu innbjóðingar sendar út til øll Norðanlond og onnur við eisini um at luttaka í kappingini, sum ætlanin var at hava seinast í august.
Men alt ov lítil áhugi uttanlands gjørdi, at fyrireikararnir tíverri skjótt máttu ásanna, at tað bar ikki til at gera slíka altjóða kapping í Føroyum.
Tí vera vit aftur í ár noydd at taka til takkar við at bert
føroyskir luttakarar eru, men hetta skuldi ikki gjørt so nógv, tí teir føroysku leikararnir hava sanniliga víst, at teir kunnu skapa spenning í slíkum kappingum, og tað vænta vit eisini av teimum í ár.