Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jens Marius Poulsen, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, eru farnir til Houston í Texas í USA at luttaka á oljuráðstevnu.
Ferðin er komin í lag í samstarvi við Stavanger í Noreg, sum er samstarvsbýur hjá Tórshavn. Luttøkan á ráðstevnuni er saman við sendinevnd úr Stavanger.
Á ráðstevnuni, sum er frá 28. apríl til 3. mai, verða umframt framsýningar eisini nógvir fundir og fyrlestrar. Skipað verður eisini fyri vitjanum uttan fyri sjálvt ráðstevnuøkið.
Borgarstjórin og kommunustjórin koma aftur týsdagin 8. mai.










