Tórshavn og Stavanger gjørt samstarvsavtalu

Ætlanin við avtaluni er at fremja búskaparligan vøkstur og vinnulívsmenning hvør hjá øðrum, umframt at knýta tættari mentanarlig bond millum býirnar.

Leivur Hansen, býráðsformaður, og Leif Johan Sevland skrivaðu 23. august undir samstarvsavtalu millum býirnar Tórshavn og Stavanger í Noregi.

Grundin til at avtalan er komin í lag er, at býirnar hava felags áhugamál, tá oljuvinnuni umræður. Eisini hava býirnir felags vinnulívssøgu við fiskiskapi og góðsking av fiski.

Avtalan hevur millum annað til endamáls, at leggja eitt tættari samstarv millum vinnurnar til rættis. Eisini er ætlanin at skapa møguleikar fyri vinnu- og íløgumøguleikum bæði innan oljuvinnuna og aðrar vinnur.

Umframt tað er ætlanin at samstarva á granskingarøkinum og innan hægri útbúgvingar.

Ein samstarvsnevnd verður vald við seks umboðum frá hvørjum býi, og henda nevndin skal møtast einaferð um árið. Í nevndini eru umboð fyri býráðið, umsitingina og vinnulívið frá báðum býunum.

Í røðu sínari í Stavanger, tá avtalan varð undirskrivað, legði Leivur Hansen dent á, at Havnin í framtíðini fer at hava ein stóran leiklut í oljuvinnuni, og tí er neyðugt at vera fyrireikaður.

Havnin samstarvar longu við Aberdeen, og harvið hevur høvuðsstaðurin fingið avtalur í lag við tveir av teimum týdningarmiklastu oljubýunum í Norðureuropa. Soleiðis kann Havnin sleppa undan at gera somu mistøk sum Aberdeen og Stavanger hava gjørt.

Umframt at vísa á tað samstarv, sum longur er millum skúlar í báðum býunum, nevndi Leivur Hansen eisini ta felags søguna, sum Føroyar og vesturlandið í Noregi hava.